Føroya Banki rindar 200 mill. aftur til samfelagið

Í bankanum eru vit heilt greið yvir tær útreiðslur, ið stóðust av at endurreisa bankarnar. Henda upphædd er so stór, at hon kennist eyðmýkjandi. Men vit eru fegin um, at tað nú gongur tann rætta vegin, og at bankin nú kann hjálpa til við at lætta um tær byrðar, sum vórðu lagdar á samfelagið í sambandi við bankaskrædlið, stendur í nevndarfrágreiðingini til aðalfundin í Føroya Banka, sum var í í gjár.

Føroya Banki hevði aftur í 1997 eitt sera stórt avlop upp á 372 mió. kr. fyri skatt. Við í avlopinum eru afturfluttar burturleggingar upp á 258 mió. kr., sum ikki beinleiðis kunnu setast í samband við árið 1997. Síðan samanleggingina í 1994 hevur bankin havt eitt samlað avlop fyri skatt upp á 909 mió. kr.

Í sambandi við tað stóra avlopið hjá bankanum skulu havast í huga tær stóru ? ella sera stóru ? burturleggingarnar, sum vórðu gjørdar í Føroya Banka og Sjóvinnubankanum í 1992 og 93. Tap og burturleggingar vóru 4 mia. kr. í 1992 og 93. Síðan 1994 hava vit afturført tilsamans 389 mió. kr. netto, og henda upphædd er íroknað avlopið upp á 909 mió. kr., stendur í frágreiðing frá nevndini til aðalfundin.

Víst verður á, at bankin hevur eisini endaliga avskrivað sera stórar upphæddir, ið eru mistar. Síðan 1990, tá búskaparliga afturgongdin byrjaði, hava Føroya Banki og Sjóvinnubankin avskrivað ikki minni enn 3,9 mia. kr. sum tap. Bert bankin hevur sostatt havt eitt tap upp á umleið 90 tús. kr. í meðal fyri hvønn einasta íbúgva í landinum ? stór sum smá. Men hetta er eitt miðaltal, tí tapini hjá bankanum eru yvirhøvur staðfest í millumverandi við vinnuvirkir.

Avskrivingar og afturflytingar hava síðan 1990 tyngt burturleggingarkontoina við tilsamans 4,3 mia. kr. Hóast tað hevur bankin framvegis munandi burturleggingar. Skalt tú vera bakklókur, so kann tað tykjast, sum um tað á heysti í 1993 var ríkiliga burturlagt í bankunum. Men vert er at hava í huga, at tá ein peningastovnur skal taka støðu til tørvin á burturleggingum, so er vitanin avmarkað um, hvussu búskapurin fer at laga seg í komandi árum. Í 1993 vóru soleiðis ongi tekin um ta búskaparligu framgongd, ið byrjaði í 1995, og sum síðan munandi hevur minkað um tørvin á burturleggingum, verður sagt í frágreiðingini. Víðari stendur:


Mótloysi bant

? Tá vit líta aftur um bak og hugsa um tær sera stóru ? og kanska ov stóru ? burturleggingarnar, sum vórðu framdar í bankunum á heysti í 1993, so er vert at hava í huga tað mótloysi, sum bant samfelagið niður í 1993. Somuleiðis er vert at hava í huga tað stóra misálit, sum tá var á bankaskipanina. Tað var alneyðugt at vinna álitið á bankarnar aftur, um bankarnir skuldu fóta sær aftur. Neyðugt er at hava hetta í huga, tá vit líta aftur á tær stóru burturleggingarnar á heysti í 1993. Tær stóru burturleggingarnar steðgaðu gitingunum um, at bankaskipanin kundi fara fyri bakka.

Tær stóru burturleggingarnar og tørvurin á at útvega bankunum meiri kapital, hevði sum kunnugt við sær, at Fíggingargrunnurin gjørdist høvuðspartaeigari í Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Hetta skapti eitt náttúrligt grundarlag fyri samanleggingini av bankunum í apríl í 1994.

Í bankanum fáa vit viðhøvrt ta fatan, at skilt verður ikki millum partabræva-býtið í mars 1993 og samanleggingina í apríl 1994. Men partabrævabýtið og samanleggingin eru tvey heilt ymisk mál.

Kanningarnevndin viðvíkjandi føroyska bankamálinum hevur í síni frágreiðing gjølliga lýst partabrævabýtið. Hvørki bankin ella leiðsla bankans eiga nakran lut í partabrævabýtinum, og tí skulu ikki her verða gjørdar viðmerkingar til hetta málið.


Rætt at leggja saman

Hinvegin heldur leiðsla bankans, at samanleggingin av teimum báðum bankunum eftir umstøðunum var ein røtt avgerð.

Tey, sum finnast at samanleggingini, hava ført fram, at samanleggingin hevur skapt ein einkarbanka í Føroyum. Hesum eru vit í bankanum ikki samd í. Síðan 1. januar 1994 hava sparikassarnir havt møguleika fyri at reka júst sama virksemi sum bankin. Eisini kann nevnast, at landamørk eru ikki nøkur forðan fyri at reka bankavirksemi. Kundar, sum eru búsitandi í Føroyum, hava eisini møguleika um telefonina, telefaxið ella internetið at fáa avgreitt síni bankaviðurskifti í nærum einum og hvørjum peningastovni, líkamikið hvar peningastovnurin er.

Sum fyrr nevnt, hava teir báðir bankarnir í tíðini frá 1990 til 97 avskrivað tilsamans 3,9 mia. kr. Meginparturin av hesi upphædd er avskrivaður eftir samanleggingina í apríl 1994. Avskrivingarnar hava verið ein neyðug fyritreyt fyri, at gongd aftur kundi koma á búskapin. Um bankarnir hvør í sínum lagi skuldu havt tikið hesi tap í eini kappingarstøðu, har tað ráddi um at minka tapini mest møguligt, hevði hetta tikið drúgvari tíð og verið meira tyngjandi.

Afturat hesum kemur, at eftir skrædlið í búskapinum var stórur tørvur á at gera raksturin meira skynsaman, ella sagt við øðrum orðum, at avmarka peningastovnarnarnar. Við tí arbeiðsbýti, sum var millum peningastovnarnar fram til ársenda í 1993, kom henda byrða í fullan mun at hvíla á bankunum. Til nýggja banka- og sparikassalógin kom í gildi 1. januar 1994, høvdu bankarnir alla vinnufíggingina og meginpartin av privatu útlánunum við tí størsta ábyrgdarvandanum, sigur nevndin í Føroya Banka og heldur fram:

? Men sparikassarnir nærum komu óskalaðir úr kreppuni, vóru bankarnir fyri skrædli. Í 1993 vóru Føroya Banki og Sjóvinnubankin nógv virknaðir. Tað er neyvan trúligt, at báðir bankarnir hvør í sínum lagi, høvdu verið førir fyri á sannførandi hátt at koma fyri seg aftur fíggjarliga og bygnaðarliga. Og tað er lítið sannlíkt, at báðir bankarnir hvør í sínum lagi høvdu verið førir fyri at nátt tær sparingar, sum vóru neyðugar.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Føroya Banka og Sjóvinnubankanum vóru í 1991 201 mió. kr. Til sammetingar vóru samlaðu útreiðslurnar hjá samanlagda bankanum í 1997 118 mió. kr. Bankin hevur soleiðis minkað útreiðslurnar 83 mió. um árið. Hetta er ein minking upp á 41 prosent, ella umleið 7.000 kr. fyri hvørt húski í Føroyum um árið. Hesi tølini vísa tær sera stóru útreiðslurnar, sum ein oyðslut og alt ov stór peningastovnsvinna hevði lagt á føroyska samfelagið.


Stórar útreiðslur

fyri samfelagið

Føroya Banki og Sjóvinnubankin vórðu bjargaðir frá einum veruligum húsagangi í 1992-93. Hetta hevði við sær sera stórar útreiðslur fyri samfelagið. Um bjargingarætlanin var ov dýr og heldur skuldi verið ógjørd, er ein hypotetiskur spurningur, sum lítil nytta er í at grunda yvir í dag. Men vit í leiðslu bankans halda, at samanleggingin var ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at tað kundi skipast ein skynsom bankavinna í Føroyum. At varveitt báðar bankarnar hevði gjørt bankavirksemið óneyðuga dýrt og lítið skynsamt, og tað hevði verið við til at økt um samlaðu tapini í samfelagnum.

Bankin hevur síðan skrædlið í 1992 goldið lutfalsliga lítið í skatti. Vit hava eftir galdandi reglum kunnað framflutt skattliga hallið frá 1992 í upp til 5 ár. Næsta ár skal bankin soleiðis gjalda fullan skatt av avlopinum. Skattliga hallið varð tó brúkt upp longu í 1997, og eru tí í árs-roknskapinum burturlagdar 29 mió. kr. til skatt.

Vit í bankanum eru greið yvir tann skattliga fyrimun, sum bankin hevur havt, síð-an hann varð endurreistur. Tað er í hesum sambandi, at nevndin hevur avgjørt at seta fram uppskot um, at útgoldnar verða 150 mió. kr. eyka av eginpeninginum til partaeigararnar, ið yvirhøvur er Fíggingargrunnurin frá 1992 ? og harvið Føroya Landsstýri. Nevndin fer seinni í dag at seta fram uppskot um, at partapeningur bankans verður niðurskrivaður við 75 mió. kr., úr 175 mió. kr. niður í 100 mió. kr. Eftir uppskotinum verður kapitalniðurskrivingin útgoldin partaeigarunum til kurs 200. Sostatt verða útgoldnar 75 mió. kr. av partapeninginum og 75 mió. kr. av tiltakspeninginum.

Nevndin skjýtur annars upp, at útgoldin verða 10 prosent í vinningsbýti, ella 17,5 mió. kr.. Í skatti, vinningsbýti og kapitalflutningi rindar Føroya Banki soleiðis tilsamans 196 mió. kr. til føroyska samfelagið av avlopinum í 1997. Hetta eru umleið 16.000 kr. fyri hvørt húski.

Í bankanum eru vit heilt greið yvir tær útreiðslur, ið stóðust av at endurreisa bankarnar. Henda upphædd er so stór, at hon kennist eyðmýkjandi. Men vit eru fegin um, at tað nú gongur tann rætta vegin, og at bankin nú kann hjálpa til við at lætta um tær byrðar, sum vórðu lagdar á samfelagið í sambandi við bankaskrædlið, stendur í nevndarfrágreiðingini til aðalfundin í Føroya Banka, sum var í í gjár.

*