Føroya dýrasti drongur hevur talað

Keglið millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi um fíggjarstøðuna heldur á.

Keglið millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi um fíggjarstøðuna heldur á. Eftir at løgmaður í vikuskiftinum á in.fo skeyt eitt skot eftir fullveldissamgonguni og teirra niðurskurði á blokkinum, var Høgni Hoydal skjótur at svara aftur.

 

Síðani hevur málið mint ikki sørt um ein borðtennisdyst, har bólturin verður sendur aftur og fram. Fyrst svaraði løgmaður Høgna, síðani Helgi Abrahamsen og seinasta aftursvarið í røðini kemur frá fólkatingsmanninum Edmundi Joensen.

 

- Føroya dýrasti drongur hevur talað, men føroyingar vita betur, skrivar Edmund Joensen, og enn einaferð er tað niðurskurðurin av ríkisveitingini, sum er evnið. 

 

- Hetta er ein stór rokning, sum Høgni Hoydal eigur saman við Fólkaflokkinum. Saman førdu teir knívin í 2002. Tey, sum hava mest brúk fyri vælferðini, gjalda rokningina, skrivar fólkatingslimurin í lesarabrævi í dag.

 

Edmund Joensen spælir sær við tølunum og kemur til tað niðurstøðu, at mistu inntøkurnar frá ríkisveitingini kundu havt goldið fyri fólkapensjón til allar núverandi pensjónistar í 12 ár, bygging av 50 Boðanesheimum, hálvan áttanda Sandoyartunnil ella fimm Skálafjarðartunlar.

- Í grundini er upphæddin, ið tey hava søplað burtur, ørandi stór, skrivar Edmund Joensen.

 

Hann øtast eisini inn á, at hóast hon skerdi inntøkurnar, tók fullveldissamgongan eingi stig til at tálma útreiðslunum, og tískil, sigur Edmund Joensen, er bruttoskuld landskassans nú voksið til seks milliardir krónur.

- Hetta er orsøkin til, at sambandsfólk og onnur skilafólk aftur og aftur vísa føroyingum á dáragerðina í 2002, sum hevur álvarslig langtíðarárin á almenna budgettið og harvið á verandi og framtíðar vælferð í Føroyum.

 

Edmund Joensen hevur tó loysnirnar, sigur hann. Fiskivinnan má nýskipast, kommunurnar skulu gerast færri og størri, almenni geirin má einfaldgerast, og síðst, men ikki minst, ríkisveitingin má dagførast, so hon kemur upp á dagsvirði.

- Uppruddingin eftir Høgna Hoydal og Fólkaflokkin, sum seinnu árini eisini hevur eksperimenterað við føroyska búskapinum, verður stór. Men hon er neyðug, um Føroyar skulu koma víðari fram á leið, skrivar fólkatingslimur Sambandsfloksins at enda.