Ársaðalfundur Føroya Fuglafrøðifelags varð hildin 15. mars ? sum vant aftan á grækarismessuhaldið á Vaglinum í Havn.
Tveir nevndarlimir og tveir eykanevndarlimir stóðu fyri vali. Fríðleif Lydersen og Ditlev Róin bóru seg undan afturvali.
Í nevndini eru nú: Petur Mortensen, Erik Mortensen, Anna á Argjaboða, Jutta Nielsen og Eyðfinn Magnussen, sum er nývaldur.
Sum eykanevndarlimir eru nú Sólbjørn Jacobsen og Lív Dam, sum eru nývald. Kassameistari er Heðin Nielsen.
Grannskoðarar eru Dorethe Block og Send Krosstein fyri Karl Simonsen, sum bar seg undan afturvali.
Nevndin hevur skipað seg við Peturi Mortensen sum formanni, Eriki Mortensen sum næstformanni og skrivara.