Metini, hann setti fyri 32 árum síðani, standa enn, hóast nógvir hava lovað, at teir skuldu basa honum. Bjarni Reynagarð, sum nú er pensjónist, hevur sostatt enn 3 føroysk met í styrkisvenjing.
Hann er kanska vorðin pensjónist, men eg ivist ikki í, at tað løtuna, hann var í Miðlahúsinum til hesa samrøðuna, var hann sterkasti maður í húsinum.
Bjarni Reynagarð hevur í yvir 30 ár arbeitt hjá Leif Mohr, inntil hann fór frá fyri aldur fyri kortum. Hann er uppvoksin úti á Reyni, sigldi á ungum árum úti og búði nøkur ár niðri í ungdóminum. Í ár eru júst 50 ár síðani hann flutti aftur til Føroya og fór at starvast, fyrst hjá Balslev, síðani AEG og so hjá Leif Mohr.
Tað var longu í uppvøkstrinum, at áhugin fyri at lyfta vektir varð kveiktur. Bjarni Reynagarð rættleiðir meg, tá eg sigi, at hann var millum teir fyrstu, ið byrjaðu at lyfta vektir í Føroyum.
- Eg var ikki millum teir fyrstu. Eg var tann fyrsti. Vit vóru eini 8, 10 dreingir, ið plagdu at kappast um at lyfta. Torfinn Hansen átti fyrstu vektina, sum vit nýttu. Úti á Reyni, har vit vuksu upp, vóru tvær vektstengur, onnur teirra við kirkjugarðin. Annars var ein úti á Landavegnum og ein í rabarbukvarterinum, greiðir hann frá. Vit plagdu at ganga runt á biðverksmiðjunum og lyfta amboltar, kappaðust um, hvør kundi lyfta tyngsta amboltin. Eg plagdi at vinna, sigur Bjarni Reynagarð við einum smíli.
Í 1985 opnaði Form og Figur, og Bjarni Reynagarð sigur, at tað var tástani, at ferð veruliga kom á venjingina.
- Tá var tó bara eg eftir av okkum 10, sum byrjaðu. Nú var opið oftari, umstøðurnar vóru góðar, og vit sóu stóra framgongd í, hvat vit orkaðu at lyfta. Nú var eg eisini mitt í 30’unum, tað vóru 17 ár síðani eg byrjaði og kroppurin hevði ongantíð verið sterkari, greiðir Bjarni Reynagarð frá.
Bjarni Reynagarð setti fleiri føroysk met hesa tíðina og trý teirra standa enn.
- Eg vandi upp í 12 tímar um vikuna, og eg lyfti yvir 3.000 tons um árið hesa tíðina. Metini, sum enn standa, eru eisini frá hesi tíðini. Tað síðsta, sum fall, fall í heyst, so nú havi eg trý met eftir. Fleiri hava forsvorið, at teir skuldu taka metini frá mær, men nú hava tey so staðið í yvir 30 ár, sigur Bjarni Reynagarð.
Sambært yvirlitinum yvir føroysk met á yndi.fo, hevur Bjarni Reynagarð føroyska metið í bonkpress í bæði 75 kiloklassanum og 82,5 kiloklassanum. Metini eru ávikavist 145 kilo og 172,5 kilo. Harumframt hevur hann eisini totalmetið í 82,5 kiloklassanum, við 622,5 kilo. Metini vóru sett í 1984 og 1985.
Hóast hann er komin í pensjónsaldur, so venur hann enn.
- Mær dámar væl at venja og keði meg ikki eina løtu. Tað er sum opium fyri sálina. Vit eru nakrir gamlir menn, sum venja eitt sindur saman. Umframt at venja tríggjar dagar um vikuna, svimji eg tveir dagar um vikuna. Annars gangi eg túrar og njóti tilveruna sum pensjónistur aftan á eitt langt arbeiðslív, sigur hann at enda.
Les meiri um søguna hjá styrkisvenjing í Føroyum í Vikublaðnum, ið verður borið í hvørt hús í dag.