Føroya Grótvirki gjørdi gravsteinin føroyskan

Á virkinum í Skopun verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti.   

 

Tað kann vera hent at hava veitaran í Føroyum, tí tað gevur teimum, sum bíleggja, nógvar møguleikar. Soleiðis er eisini við føroysku gravsteinunum, sum Føroya Grótvirki í Skopun framleiðir úr føroyskum basalti. 

 

Høgni Tausen, stjóri, sigur, at gravsteinar eru ein alsamt størri partur av framleiðsluni á virkinum. - Eg vil meta, at næstan annar hvør steinur, sum verður settur upp í føroysku kirkjugørðunum, nú er føroyskur. 

 

Føroya Grótvirki hevur nakrar gravsteinar á sínari heimasíðu, og tað eru serliga hesir, ið fólk brúka sum grundarlag, tá tey velja gravstein til ein, sum eru farin. - Fólk hyggja gjarna inn á heimasíðuna, og síðan ringja tey til okkara og siga, hvørji ynskini eru.

 

Eftir at hava tosað saman, ger Føroya Grótvirki eitt uppskot, sum síðan verður sent saman við einum óbindandi tilboði. Høgni Tausen sigur, at tað ber væl til hjá teimum at ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti, tí møguleikarnir eru næstan óendaligir.

 

Eisini uppseting

Ein partur av tænastuni hjá Føroya Grótvirki er eisini at seta gravsteinin upp, og her verður farið út um landið - eisini, har sum sjógvur skilir oyggjarnar.

 

- Vit seta næstan allar gravsteinarnar upp fyri avvarðandi, sigu Høgni Tausen.

 

Men, ein føroyskur gravsteinur kemur ikki burtur úr ongum. 

 

- Vit taka stórar klettar oman úr Høvdahaga. Hesir viga í mesta lagi 25 tons, ið eru passaligir til sagina hjá okkum. Síðan verður steinurin skorin í plátur, sum eru millum 11 og 12 sentimetrar tjúkkar. Tað vanliga er, at fløtu síðurnar verða poleraðar, og síðan verða kantarnir høgdir við hamara og meitli, so steinurin fær tað skap, sum avvarðandi ynskja.

 

##med2##

 

Høvuðsframleiðslur 

Á Føroya Grótvirki verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti.   

- Basalt er ein fantastisk rávøra at arbeiða við og við tað, at basalt ikki er líka hart, sum eitt nú granitt, er tað eisini sterkari og støkkur minni, sigur Høgni Tausen og vísir á, at basalt er eitt sindur verri at forma enn granitt, men tá tað er skorið, verður tað formað haðani.   

 

Fólk, sum hava fyrispurningar um gravsteinar og tænastuna hjá Føroya Grótvirki í hesum sambandi, eru altíð hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við virkið í Skopun.

 

Á heimasíðuni - www.fgv.fo - er eisini eitt rúm, sum eitur “Gravsteinar”, har myndir síggjast av fleiri gravsteinum, sum virkið hevur gjørt.

 

Ymiskar uppgávur

Á Føroya Grótvirki gera tey ymiskar uppgávur.

- Vit eru í holt við flísar, sum skulu brúkast til nýggju Havnará í miðbýnum í Havn, sum er eitt stórt arbeiði, og vit skulu gera flísar, sum skulu leggjast inni í Kirkjubømúrinum og helst eisini uttan fyri múrin at ganga eftir.   

 

Føroya Grótvirki hevur eisini verið við í fleiri minnisvarðum, sum eru reistir, og nú verður arbeitt við minnisvarðanum, sum skal setast upp í Funningi yvir Grím Kamban.

- Vit hava arbeitt væl saman við eitt nú Hans Paula Olsen og eisini øðrum listafólkum, og tað er Hans Pauli, ið stendur fyri minnisvarðanum í Funningi, sigur Høgni Tausen, stjóri á virkinum í Skopun.