Føroya landsstýri fordømir Russland

 

 

Fráboðan frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, í sambandi við ólógligu roynd Russlands at innlima partar av Ukraina.

 

Føroya landsstýri fordømir harðliga Russland fyri royndina at innlima hertiknu ukrainsku landslutirnar Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizhzhia. Sonevndu fólkaatkvøðurnar, ið Russland hevur skipað fyri í hertiknu økjunum, eru ólógligar, og úrslitini kunnu undir ongum umstøðum metast at vera í samsvari við viljan hjá fólkinum í økjunum.

 

Tað er greitt brot á altjóða lóg og ásetingarnar í Stovningarsáttmála Sameindu tjóða, at eitt land innlimar partar av einum øðrum landi við hertøku og valdsnýtslu. Innliman Russlands av hertiknu landslutunum er sostatt ólóglig sambært altjóða lóg og uttan rættarvirknað.

 

Hetta skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið á ummr.fo.