Føroya Regatta verður í Runavík um vikuskiftið

Komandi leygarkvøld – 5. juli – vitja tey seglførandi skipini í Føroyum, sluppir og motorar, Runavíkar havn.

 

Komandi leygarkvøld – 5. juli – vitja tey seglførandi skipini í Føroyum, sluppir og motorar, Runavíkar havn.

 

Endamálið er fyrst og fremst at vekja ans fyri hesum maritima arvi, sum eldsálir kring landið hava bjargað undan týning, og hartil at geva fólki í býum og bygdum møguleikan fyri at síggja amboðini, sum einaferð vóru grundarlagið undir búskapi landsins.

 

Skráin leygarkvøldið í Runavík:

 

Kl. 18:00 Skipini koma inn um Saltnes. Undir Lambareiði leggja tey kós ímóti Runavík.

Kl. 18:30 Á bryggjuni syngja Sløkkiliðsmenn.

Kl. 19:00 Arnfinn Langgard, havnanevndarformaður í RK bjóðar vælkomin.

Kl. 19:15 Troubadururin Kári Sverrisson syngur og spælir tvey løg.

Kl. 19:25 Dan Reinert Petersen, lærari og sjómaður, flytir fram røðu.

Kl. 19:40 Troubadururin Kári Sverrisson syngur og spælir tvey løg.

Kl. 19-21:00 Barnakapping og “opið skip”, har almenningurin fær høvi at vitja umborð.

Kl. 19:50 Togtogan á bryggjuni. Dómari Magnus Rasmussen (RH letur steypið.)

Kl. 21:00 Føroyskur dansur, Louis Houmann skipar Ormin Langa.

Kl. 22:00 Felagssangur í stóra tjaldinum (kórsangarar syngja fyri).

Kl. 23:30 Almennur ókeypis eingilskur dansur í tjaldinum – Four men spæla.

Kl. 01:00 PrixRunavík – stutt sangkapping ímillum manningarnar (RK letur steypið.)

 

Tíðir og tíðarmál eru vegleiðandi, siga tey frá Runavíkar Havn.