Hesar bøkur eru framhald av »Kom og skriva 1«, ið kom út í fjør, og bæði »Kom og skriva 1« og »Kom og skriva 2« eru ætlaðar undirvísingini í skrivligum føroyskum í miðdeild Fólkaskúlans. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni.
Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna skrivigleðina og skriviførleikan hjá næming-unum. Í lærarabókini eru nógv hugskot, sum lærarar kunnu nýta, um teir vilja. Eisini eru uppskot til hvørja opnu sær.
Reproarbeiðið er gjørt á Repro-Z, umbrotingin á Hestprent, og bókin er prentað hjá Einars Prent.
»Kom og skriva 2«, næmingabókin, er 72 blaðsíður og kostar 64,- kr. Lærarabókin er 58 blaðsíður og kostar 74,- kr.
Triðja bókin er »Stuttlig tøl« eftir Åse Bømler Olsen. Bókin er eykatilfar til støddfrøði í byrjanarundirvísingini. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp í 20 og um at leggja saman.
Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram, mugu børnini leggja saman. Myndirnar eru sovorðnar, sum børnini kenna aftur úr sínum gerandisdegi.
Satsur og umbróting eru gjørd á Hestprent, og bókin er prentað á Estra.
»Stuttlig tøl« er 25 blaðsíður og kostar 20,- kr.