Føroya Tele 56 milliónir í yvirskoti

Av teimum 56 milliónunum, sum Føroya Tele hevði í yvirskoti í fjør eftir skatt, fara 30 milliónir beinleiðis víðari sum skattur landskassan, tí vinningsbýtið til partaeigaran er 30 milliónir krónur

Av teimum 56 milliónunum, sum Føroya Tele hevði í yvirskoti í fjør eftir skatt, fara 30 milliónir beinleiðis víðari sum skattur landskassan, tí vinningsbýtið til partaeigaran er 30 milliónir krónur

 

– Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2013 gjørdist 56 milliónir krónur eftir skatt. Vinningsbýtið til eigaran, sum er Føroya landsstýri, er 30 milliónir krónur. Sterka úrslitið kemst av øktari sølu og miðvísum effektiviseringum gjøgnum nógv ár, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi:

 

»Føroya Tele hevur á ársaðalfundinum í dag kunngjørt ein sterkan roknskap fyri 2013.

 

Roknskapurin fyri 2013 vísir eitt avlop á 56 milliónir krónur eftir skatt; fyri skatt var úrslitið 72 milliónir krónur. Hetta er eitt munandi betri úrslit enn árini frammanundan og tað besta úrslitið hjá Føroya Tele nakrantíð. Til samanberingar var úrslitið eftir skatt 33 milliónir krónur í 2012.

 

Sterki roknskapurin er partvíst úrslit av øktum umsetningi og partvíst av einari miðvísari effektivisering.

 

“Vit hava ígjøgnum fleiri ár havt sum miðvíst mál at skapa ein effektivan rakstur við tí endamáli at kunna bjóða føroyska brúkaranum einfaldar og tryggjar loysnir við góðum prísum. Við rakstrarúrslitinum fyri 2013 hevur Føroya Tele nú ta fíggjarligu styrkina til at gjøgnumføra ein munandi prísniðurskurð á einari røð av tænastum,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.

 

Aftur í ár rindar Føroya Tele sínum eigara Føroya landsstýri 30 milliónir krónur í vinningsbýti.



Effektiv starvsfólk
Verður hugt eitt sindur nærri at roknskapinum fyri 2013 sæst, at rakstraravlopið – tað sokallaða EBITDA, ið er úrslitið áðrenn skatt og avskrivingar – er 147 milliónir krónur, slakar tvær milliónir meira enn árið fyri.

 

Verður hugt eftir rakstraravlopinum yvir eitt longri tíðarskeið sæst, at Føroya Tele er vorðin ein munandi meira effektiv fyritøka. Hetta sæst millum annað við, at rakstrarúrslitið seinastu fimm árini er vaksið úr 103 milliónum krónum í 2009 upp í 147 milliónir krónur í 2013.

 

“Starvsfólkini hava havt ein týdningarmiklan leiklut í áhaldandi tillagingini av fyritøkuni. Tað vil eg gjarna takka teimum fyri. Føroya Tele er í dag ein sterk og framtíðartryggjað fyritøka, sum bæði megnar at gera neyðugar íløgur í fjarskiftiskervið í framtíðini og veita føroyska brúkaranum nýggjar, bíligari og betri tænastur í komandi tíðum,” sigur Kristian R. Davidsen.


Á vegamóti
Føroya Tele hevur sum fremsta setning í síni strategisku leið at “seta kundan í miðdepilin í øllum sínum virksemi”. Góða úrslitið í 2013 og effektiviseringin gjøgnum seinastu árini skal soleiðis fyrst og fremst koma kundanum til góðar.

 

Øðrumegin vera íløgur gjørdar í útbyggingar í fjarskiftiskervið; eitt nú skal Shefa-kaðalin umvælast, so vandin fyri slitum verður avmarkaður, og breiðbandið í Føroyum verður støðugt útbygt, so undirstøðukervið hjá føroyska brúkaranum verður uppaftur betri. Hinumegin vil Føroya Tele veita sínum kundum tænastur, sum í dygd og kostnaði kunnu samanberast við tað, sum fólk hava í øðrum londum.

 

Í hesi vikuni kom Føroya Tele við nýggja vørumerkinum ver, sum er ein tænastueind, ið veitir munandi bíligari prísir á fartelefonsamskifti. ver hevur sum mál at vera trygt, einfalt og bíligt, og fortreytin er, at brúkarin sjálvur avgreiðir øll síni viðurskifti á netinum.

 

“Tíðin er komin til eitt veruligt frambrot, og ver lækkar veruliga prísirnar á føroyska marknaðinum. Hetta ber til, við tað at tænasturnar virka á einum nýggjum platformi, og tí vit miðvíst hava trimmað fyritøkuna gjøgnum fleiri ár, soleiðis at vit hava fingið ein sunnari rakstur við avlopi hvørt ár. Hetta gevur okkum møguleika at lækka prísirnar, samstundis sum vit eru før fyri at gera neyðugar íløgur næstu árini,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.


Nevndarval

Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra umboðum, sum eru vald av landsstýrinum, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári.

 

Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, valdi á aðalfundinum allar nevndarlimirnir aftur.

Nevndin í Føroya Tele er nú mannað soleiðis: Klaus Pedersen, Jóhannus Egholm Hansen, Fanny Petersen og Annbritt Klausen, sum eru vald av landsstýrinum, og Janus Djurhuus, Ulla Stenberg og Christian Joensen, ið eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Klaus Pedersen sum formanni og Jóhannus Egholm Hansen sum næstformanni.