Mett verður, at ÍSF ikki hevur fíggjarliga orku til at gjøgnumføra leikirnar, og nógv annað virksemi er í gongd í løtuni.
Føroyar fingu beint fyri jól í boðið, at hýsa Oyggjaleikunum 2027 og tóku av møguleikanum. Hetta krevur stórt fyrireikingararbeiði frá øllum ið varða av føroyska ítróttaumhvørvinum. Arbeiði er longu farið í gongd og verður nógv orka løgd í hetta tiltak komandi árini. Oyggjaleikirnar verða størsta ítróttatiltak sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.