Hóast Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, hava Føroyar framvegis ein ávísan útflutning til Ukraina.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt hann um viðurskiftini ímillum Føroyar og Ukraina í sambandi við russisku innrásina.
Jenis av R ama sigur, at í 2013 útfluttu vit vørur til Ukraina fyri 47,8 milliónir og síðani hevur talið verið rættiliga svingandi, men í fjør var okkara útflutningur til Ukraina 104,6 milliónir.
Tað hevur eisini verið nakað av útflutningi til Ukraina í fyrra hálvári í ár. Í januar var hann 18,4 milliónir, men síðani er hann minkaður. Í apríl var hann kortini 24,1 millión, men í mai og juni hevur hann bara verið ávikavist 2,3 og 3,4 milliónir. Tað mesta er makrelur og sild.
Jenis av Rana sigur frá Vinnuhúsinum, at í løtuni er útflutningurin til Ukraina merktur av, at flutningsleiðirnar gjøgnum Evropa eru broyttar, og at flutningurin tí er drúgvari, enn hann áður hevur verið.
Annars hava Føroyar eisini latið Ukraina nakað í neyðhjálp. Jenis av Rana sigur, at higartil í ár eru 2,750 milliónir latnar í neyðhjálp í sambandi við kríggið í Ukraina. Tilsamans er játtanin til menningarsamstarv og neyðhjálp, 12 milliónir í ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at stuðla Ukrain enn meiri, har tað ber til, sum hann sigur.
Men hann vísir á, at Føroyar hava eisini tikið móti fólkum, ið eru rikin úr Ukraina orsakað av krígnum. Sum skilst eru ímillum 55 og 60 fólk úr Ukraina komin til Føroyar. Annars varð tosað um at Føroyar skuldu taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina.
Nevnast kann harumframt, at landsstýrið, eftir at hava fingið heimild frá Løgtinginum, hevur sett tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi fyri at vísa Ukraina stuðul.