At Týskland hevur ein øgiliga góðan málmann sæst aftur í dystinum, tí tað hevur verið trupult hjá føroysku leikarunum at vinna á honum. Týski málmaðurin Andreas Wollf er ein av heimsins bestu málmonnunum.
Týskarar komu betri frá byrjan enn føroyingarnir og hava verið á odda alla tíðina. Men føroyingar hava hingið í.
Føroyingar hava spælt væl út á veingin og inn á strikuna. Teir spældu nógv 7 ímóti 6. Eftir fimm minuttir tóku føroyingar fyrsta time-out.
Føroyingar skiftu málmann, tá út við hálvur hálvleikur varð spældur – og Nicolaus Satchwell hevði fyrstu føroysku bjargingina í 16. minutti.
Týskarar tóku sítt fyrsta time-out eftir 20 minuttir, tí tá høvdu føroyingar skorað trý mál ta einu løtuna, meðan týskarar bara skutu eitt.
Verjan hjá føroyingum hevði ilt við at standa ímoti skotum útfrá, og føroyingar fingu trupulleikar, tá týskarar fóru at vera meira offensivir í verjuni.
Hálvleikstøðan er 17-11 til Týskland.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##