Føroyar best á tveimum borðum

Hóast tað í síðsta umfari ikki eydnaðist at vinna, so var føroyska avrikið frágera gott í talvkappingini

Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at vinna fulla úrtøku í Small Nations kappingini í talvi, sum hesa vikuna hevur verið í Monaco. Í dag var toppdystur millum Føroyar og Andorra. Hóast Andorra vann 2 ½ - 1 ½, so vunnu Føroyar kappingina. Føroyar vunnu øll hini átta umførini, og harvið vunnu Føroyar kappingina við 16 dystarstigum. Andorra endaði næstfremst við 14 stigum.

 

Í dag tapti John Arni Nilssen á 2. borði, meðan hini trý talvini endaðu remis. Hinir telvararnir í dag vóru Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Høgni Egilstoft Nielsen. Fimti maður á liðnum í Monaco var Olaf Berg.

 

Í kvøld eru heiðursmerki handað føroyska liðnum fyri samantalda sigurin. Haraftrat eru teir heiðraðir, sum stóðu seg best á borðunum. Rímuligt stóðu føroyingarnir seg eisini væl í tí kappingini. Olaf Berg var lutfalsliga stinnastur av øllum á triðja borði, og Høgni Egilstoft Nielsen var stinnastur av øllum á fjórða borði. Hini tríggir – Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen og John Rødgaard – vóru allir á topptrý listanum.