Føroyar bronsu í badminton

Oyggjaleikir: Føroyska badmintonlandsliðið spælir bronsudyst ímóti Bermuda.

Niklas Eysturoy spælir í einmansleikinum hjá monnum ímóti Pai hjá Bermuda.

Niklas vann einmansleikin. Niklas vann fyrsta settið við 21-11, og seinna settið 21-10.

Rannvá D. Carlsson møtir Hallow hjá Bermuda í einmansleikinum hjá kvinnum.

Rannvá vann einmansleikin 2-0. Rannvá vann fyrsta settið við 21-13, og seinna settið 21-9.

Í tvímansleikinum hjá monnum skulu Niklas Eysturoy og Flóvin Skaalum Mikkelsen spæla ímóti Pai og Palmer.

Niklas og Flóvin vunnu tvímansleikin 2-0 við settunum 23-21 og 21-11.

Harvið vann føroyska badmintonlandsliðið 3-0, og bronsumerkini í liðkappingini.