Føroyar bukaðu Bulgaria í Bulgaria

U-19 menn: Føroysku úrmælingarnir settu síðsta korterið av álvara tingini upp á pláss

Mynd: HSF

Tað er ikki hissini úrslit, sum føroysku hondbóltslandsliðini megna, tá ið tey taka lut í europeiskum kappingum. U-17 kvinnurnar eru ikki meiri enn lendar aftur í Føroyum við bronsukrónum eftir sigrar á eitt nú Italia og Ukraina og javnleik ímóti Serbia.

 

Nú eru U-19 menninir í Bulgaria og taka lut í EM undankapping, og tað skal valdast, sum tað var sannførandi avrik og úrslit, tá ið føroyingarnir í kvøld spældu ímóti bulgarsku vertunum.

 

Suðuri við Svartahavið vunnu Føroyar 40-25. Hálvleiksstøðan var 18-14.

 

Føroyingarnir vóru stinnari enn heimamenninir á øllum økjum. Teir vóru væl størri snillingar við bóltinum, teir vóru skjótari í tanka og høvdu væl størri spælskil, teir dugdu betur í álopspartinum at nýta alla breiddina – frá vongi og til vong og strikuna, gjøgnumbrot og eisini langskot – og í verjuspælinum vóru føroyingarnir væl skipaðir og ágrýtnir.

 

Í fyrra hálvleiki misnýtti føroyska liðið fleiri ferðir góðar málmøguleikar, tí teir raktu í stongina ella tí málverjin bjargaði.

 

Fyrsti løtuna eftir steðgin gekk eitt sindur striltið at økja um munin. Tá ið 40 minuttir vóru farnir, vóru Føroyar frammanfyri 25-21, men so gekk sum eftir ánni. Heimaliðið megnaði als ikki at fylgja við, og føroyingarnir skoraðu fimm tey síðstu málini.

 

Talan var um liðavrik, men heilt stóri føroyski spælarin var Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum royndi seg ímóti málinum níggju ferðir, og sum skoraði átta mál, og so var tað hann, sum ferð eftir ferð spældi liðfelagarnar leysar.

 

Pauli Mittún og Bogi Hansen skoraði fimm mál í part, og Hákun West av Teigum, Óli Mittún, Pauli Høj og Janus Dam Djurhuus skoraðu fýra mál í part. Rói Ellefsen á Skipagøtu og Sveinur Olafsson skoraðu tvey mál, og Viktor Gaini og Ragnar Karlsson skoraðu eitt mál í part. Hinir á føroyska liðnum eru Alexandar Lacok, Baldur Gillason, Pauli Jacobsen, Bjarni í Selvindi og Sakir Tróndarson Frýdal.

 

Mynd: HSF