HM: Føroyar eru á odda 18-8 í steðginum

Føroyska U21-landsliðið spælir móti Angola í tí fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Magdeburg í Týsklandi

Mynd: HSF

Í góðum rammum og við góðum uppbakkningi frá føroysku áskoðarunum í Magdeburg í Týsklandi spælir føroyska U21-landsliðið fyrrapartin fyrsta innleiðandi dystin í bólki D í HM-endaspælinum móti Angola.

 

Føroyska liðið hevur lagt væl út og er á odda 18-8 í steðginum.

 

Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 6, Hákun West av Teigum 5, Janus Dam Djurhuus 2, Bjarni í Selvindi 1, Pauli Mittún 1, Bogi Hansen 1, Ísak Vedelsbøl 1 og Rói Ellefsen á Skipagøtu 1.

 

Mynd: HSF