Føroyar eru á odda við seks málum í steðginum

Støðan er 15-9 til Føroyar aftaná ein ótrúligan fyrra hálvleik

Eitt framúr avrik føroyska manslandsliðið hevur lagt fyri dagin móti Rumenia í fyrra hálvleiki í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyar eru á odda við seks málum 15-9. Nicholas Satchwell í málinum hevur bjargað 54,5 prosent av rumensku royndunum, og føroyska verjan hevur staðið framúr væl.

 

Í hinum endanum hevur Hákun West av Teigum skorað upp á sjey av sjey málroyndum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur lagt upp til fleiri mál, men hann hevur bert skorað upp á eina av fimm málroyndum, og vónar stóra áskoðarafjøldin, at tað fer at liggja betri við tí partinum í seinna hálvleiki.

 

Málskjúttar higartil: Hákun West av Teigum 7, Leivur Mortensen 2, Óli Mittún 2, Helgi H. Hoydal 2, Tróndur Mikkelsen 1 og Elias Ellefsen á Skipagøtu 1. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##