Føroyar eru greiður favorittur hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum

Her eru oddsini upp á HM Play Off dystin Føroyar-Norðurmakedonia

Í annaðkvøld klokkan 19 stendur slagið. Føroyska manslandsliðið í hondbólti tekur á heimavølli móti Norðurmakedonia í tí fyrra av tveimum HM Play Off dystum, har samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Noregi, Danmark og Kroatia í januar.

 

Ein javnur og spennandi dystur er í væntu, og tí er tað heldur smáskelkandi at síggja oddsini hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Føroyar eru nevnliga greiður favorittur hjá hesum 14 veddingarfyritøkunum at vinna á Norðurmakedonia. Fleiri høvdu annars væntað rættiliga jøvn odds millum liðini, men soleiðis er ikki. 

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru so lág sum 1,36.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,65.

 

Miðaloddsini upp á norðurmakedonskan útisigur eru 3,91.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##