Onki land hevur so nógva grøna orku sum Føroyar. Tað vísir ein samanbering, Sev hevur gjørt.
Verða Føroyar sammettar við 26 lond, sum hava tríggjar fjórðingar av elorkutørvinum í heiminum, er greiða myndin, at Føroyar liggja langt fremst innan grøna elorku, sigur Sev í eini fráboðan í morgun
Her eru Ísland, og onnur lond við sínum nátúrligu orkukeldum, kortini ikki tikin við.
Í Føroyum stavaðu 51 prosent av elorkuni í 2014 frá varandi orkukeldunum, vatni og vindi, og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum.
- Málið hjá SEV er, at í ár skal grøna elorkan vera 60 prosent, og eftir grønu kósini hjá elfelagnum, verður elorkan á landi í Føroyum 100 prosent grøn í 2030.
Av hinum londunum, Sev hevur samanborið okkum við, er Danmark fremst, tí har eru góð 40 prosent av orkuni, grøn í fjør, og Týskland er á øðrum plássi við sløkum 30 prosentum.
Altjóða felagsskapurin, International Renewable Energy Agency, ið hevur 144 limalond, og sum vegleiðir og hjálpir londum um allan heim innan grønar elorkumøguleikar, hevur gjørt upprunaligu samanberingina, sigur SES
Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV, hevur síðani sett Føroyar inn í samanberingina og úrslitið er, at Føroyar eru langt framman fyri hini londini í yvirlitinum.
Tá talan er um málið hjá Føroyum at hava 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, eru Føroyar eisini langt fremst í samanberingini við tey 26 londini í metingini hjá International Renewable Energy Agency.
Danska málið er 50 prosent í grønari elorku í 2020, og í Týsklandi er málið 35-40 prosent í 2020.
- Okkara samanbering vísir, at Føroyar hava sera góðar møguleikar at standa seg væl innan grøna elorku á altjóða pallinum komandi árini, sigur Terji Nielsen.
Hann vísir á, at ofta verður spurningurin settur, um 100 prosent grøn elorka í 2030 yvirhøvur ber til. Svarið er ikki einfalt, men at í roynd og veru liggja vit nógv nærri einum ja enn einum nei
-Men varandi orka, veðurlagsbroytingar og samfelagsmenning eru ikki fløkt viðurskifti, og tí er 100 prosent grøn elorka á landi í Føroyum í 2030, eitt gott mál hjá SEV, og øllum føroyska samfelagnum, at hava.
- Málið kann røkkast, men tað er ein treyt, at tøknifrøðilig nýbrot áhaldandi verða framd, staðfestir Terji Nielsen.
SEV fekk fyri einum mánaði síðani náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri júst slóðabrótandi arbeiði og málið um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.
Dómsnevndin legði eisini dent á, at loysnir, sum verða mentar og royndar í Føroyum, kunna gagna øllum elnetinum í Evropa.