Føroyar fara fram

Á nýggja styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar á 94. plássi

Føroyska fótbóltslandsliðið er framvegis millum tey á ovaru hálvu á FIFA styrkislistanum. Føroyar eru á 94. plássi ella tvey pláss hægri enn fyri einum mánað síðani. Tað eru 204 lond á limalistanum.

 

Føroyska landsliðið hevur ikki spælt síðani 3-0 tapi á heimavølli ímóti Rumenia 11. oktober. Næsti dystur verður vinardystur í Marbella í Spania mánadagin 28. mars ímóti Liktinstein.

 

Beliga er ovast á nýggja FIFA listanum: Belgia, Argentina, Spania, Týskland, Chile, Brasil, Portugal, Colombia, England og Eysturríki eru tíggju tey ovastu.

 

Fremsta norðurlandið er Svøríki (35), og so eru tað Ísland (38), Danmark (40), Finnland (47), Noreg (50) og Føroyar (94).