Týsdagin 24. februar klokkan 14 samtykt Føroya løgtingið við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti kolvetnislógina. Hon kemur í gildi so skjótt hon er kunngjørd í kunngerðarblaðnum. Og tað verður helst ein av komandi døgunum.
Við nýggju oljulógini verður skjøtil av álvara settur undir eina komandi oljuleiting við Føroyar. Í kjalarvørrinum á hesi lóggávuni kemur so ein skattalóg og síðani tær treytir og reglur, sum skulu setast oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum.
Tað var landsstýrið, sum í november í fjør legði uppskot fyri tingið um kolvetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðleggingarnevndini. Eftir 1. viðgerð fór málið í Vinnumálanevndina, sum síðani legði fram sítt álit í málinum fyri viku síðani. Ein samd nevnd skjeyt upp at góðtaka uppskot landsstýrisins við einstøkum broytingum. Hesar vórðu allar samtyktar við 2. viðgerð við 21 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Nú lógaruppskotið við broytingunum er samtykt kunnu føroyskir myndugleikar og vinnulív umframt tey mongu oljufeløgini so smátt byrja at fyrireika seg til 1. útbjóðingina, sum verður á føroyska landgrunninum. Helst verður hol sett á hesa útbjóðing seinni í ár. Fyrstu loyvini kunnu so verða latin oljufeløgunum tíðliga ella miðskeiðis í 1999. Tað merkir so aftur, at oljufeløgini kunnu fara undir at bora longu í 99 men meira sannlíkt er, at tað ikki verður fyrr enn í ár 2000.
Nýggja oljulógin verður karmurin um tað virksemi, sum nú skal taka seg upp. Har eru reglur um umhvørvi, trygd, oljugoymslur, oljuútbúnað osfr. Í lógini stendur m.a. at olja og gass skulu flytast í land í Føroyum, men at landsstýrið kann gera undantak frá hesum. Har stendur eisini, at allur flutningur og veiting av vørum og tænastu í sambandi við eitt oljuvirksemi skal yvir føroyskan bryggjukant ella floghavn.
Við hesi lógini í hondini kunnu føroyskir myndugleikar nú fara út til altjóða oljuverðina og bjóða Føroyar fram sum eitt framtíðar oljuleitiøki. Eftir resta tær skattalógir ol. sum hoyra til eina og hvørja útbjóðing.
Við nýggju oljulógini hevur Oljuráðleggingarnevndin, sum landsstýrið setti á sinni gjørt høvuðspartin av arbeiðssetningi sínum lidnan. Formaðurin í nevndini øll hesi avgerandi árini hevur verið Árni Olafsson.