Føroyar eru í bólki saman við vertunum úr Bulgaria og Kekkia og hava vunnið á báðum liðunum.
Føroyar hava verið greitt omaná í øllum dystinum, og fingu eina góða byrja við leggja seg á odda 5-1. Kekkia tók eitt time-out tíðliga í dystinum, men munurin hevur verið hin sami allan hálvleikin til hálvleiksstøðuna 15-11.
Pauli Jacobsen hevur staðið sera væl í málinum og tikið fleiri skot og verið seinasti skansin, tá verjan ikki var upp á pláss.
Elias á Skipagøtu og Hákum West av Teigum hava verið sera eyðsýndir í dystinum og skotið tilsamans 11 av teimum 15 málunum.
Hesi hava skotini málini í fyrra hálvleiki:
Pauli Mittún 1
Elias á Skipagøtu 6
Viktor Gaini 1
Sveinur Olafsson 2
Hákun West av Teigum 5
##med2##
##med3##
##med4##