Tað eru ikki teir stóru møguleikarnar, sum Føroyar verða spáddar at hava í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli ímóti Finnlandi sunnukvøldið. Breið semja er ímillum veddingarfyritøkurnar, at Finnland er risa favorittur at vinna dystin.
Veddingarfyritøkurnar hava sum livibreyð at rokna sannlíkindi innan ítróttardystir, og eru í flestu førum eisini ógvuliga neyvar í sínum metingum.
53 veddingarfyritøkur hava odds upp á dystin ímillum Føroyar og Finnland. Hægsta oddsið á ein føroyskan sigur eigur BetVictor við odds 18. Hægsta oddsið upp á javnleik er 8 hjá Cashpoint, meðan Interwetten við oddsi 1.25 hevur hægsta oddsið upp á finskan sigur.
Miðaloddsið hjá teimum 53 fyritøkunum upp á finskan sigur er tó enn lægri og merkir, at teir meta Finnland hava 80% møguleika at vinna. Føroyar mugu enn sum áður liva við fáum prosentum, tí miðal á marknaðinum hesaferð gevur føroyska liðnum 6% møguleika at vinna dystin.