Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska fótbóltslandsliðið dyst um triðja plássið í Baltic Cup kappingini.
Dysturin verður leiktur í Riga móti Lettlandi.
Føroyar taptu greitt 1-4 (1-1) fyri Estlandi, har tað gekk serliga illa í seinna hálvleiki. Lettland tapti á heimavølli 0-2 (0-0) fyri Litava.
Føroyar hava fimm ferðir spælt móti Lettlandi. Teir fimm dystirnir vóru leiktir millum 7. oktober í 2016 og 14. november í 2020.
Vit hava ongantíð tapt fyri Íslandi. Vit hava vunnið á einum sinni og fýra dystir eru endaðir við javnleiki.
Veddingarfyritøkurnar hava tó Lettland sum favoritt til at vinna dystin, ið byrjar klokkan 17.
HER eru úrslitini í dystunum higartil millum Føroyar og Lettland við teimum oddsunum, ið vóru latin til hesar dystirnar:
##med2##