Sunnudagin klokkan 17 er lagt upp til hondbóltsveitslu í høllini við Tjarnir í Hoyvík. Tá spælir føroyska manslandsliðið seinasta dystin í hesari EM-undankappingini. Dysturin verður ímóti Ukraina, ið vit søguliga hava staðið okkum illa ímóti. Í sjey kappingardystum hava vit tapt seks dystir, og hava bert vunnið ein dyst á heimavølli. Vit vunnu tó seinasta heimadystin á Ukraina 33-26 26. apríl í 2023. Í 2021 taptu okkara 25-26 fyri Ukraina á heimavølli, og í 2019 taptu okkara 26-27 fyri Ukraina á heimavølli í Royal Arena í Keypmannahavn.
Føroyar kunnu við javnleiki ella sigri tryggja sær fyrsta plássið í bólki 6, og harvið eina betri styrkismeting til bólkalutakastið í EM-endaspælinum.
Føroyar eru greiðir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 1,45.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,42.
Miðaloddsini upp á ukrainskan útisigur eru 3,38.
HER eru oddsini:
##med2##