Føroyar hava gjørt nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2023

Hóast Russland er í kríggi í Ukraina, so hevur landsstýrið gjørt nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland. Tað hevur landsstýrið gjørt við stuðuli frá andstøðuni.

Føroyar og Russland hava í gjár gjørt sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023. Talan var um talgildan fund. Avtalan, sum nú er gjørd, hevur tillagingar, ið taka atlit til broytingar í fiskastovnunum. Toskakvotan í Barentshavinum fer niður við 20 prosentum í 2023, og hevur hetta við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20 prosent lægri enn í 2022. 

Føroyska rækjukvotan hækkar við 1.500 tonsum. Eisini tær russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2023 verða hesar: 

Toskur: 12.285 tons

Hýsa: 1.276 tons

Flatfiskur: 900 tons 

Rækjur: 4.000 tons.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 verða hesar: 

Svartkjaftur: 72.000 tons

Makrelur: 13.000 tons 

Sild: 8.500, íroknað hjáveiðu.

 

Á fundi við løgmann mikudagin tóku Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn undir við, at landsstýrið gjørdi nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2023, men ikki Sjálvstýri.