Føroyska u17-liðið vann í dag kvartfinaluna móti Íslandi.
Talan var um ein sera tættan dyst. Hóast føroysku genturnar vóur á odda 23-20 í fyrsta settinum, megnaði íslendska liðið at vinna fyrsta settið 25-23.
Í øðrum setti leikaði eisini javnt á, men á støðuni 21-21 drógu føroysku kvinnurnar frá og vunnu settið 25-22.
Triðja sett vunnu Føroyar heili 25-17, men so raknaðu íslendsku genturnar við aftur og tóku eina 14-9 leiðslu í fjórða setti. Men so vunnu føroysku genturnar níggju bóltar á rað og tóku eina 18-14 leiðslu. Ísland fekk fótað sær aftur og vunnu upp á 20-20 og tá megnaðu føroysku genturnar ikki at fylgja við meiri. Ísland vann fjórða settið 25-21.
So varð farið undir fimta og avgerandi settið. Íslendsku genturnar koma betri frá byrjan og vinna sær eina 8-4 leiðslu. Fimta sett verður einans spælt upp í fimtan, so Ísland hava eina góða leiðslu nú.
Føroysku genturnar lótu seg tó ikki syfta so, og bardust aftur á javnt føti við íslendsku genturnar og lítla løtu seinni var støðan 9-9. So fylgdust liðini stig fyri stig til 11-11.
Og so gjørdu føroysku genturnar bart. Vit endurgeva frá dagføringunum hjá Flogbóltssambandinum á Facebook.
Og soleiðis vunnu Føroyar seg í semifinaluna.
Semifinalan verður móti Finlandi klokkan 19.30.
Til ber at fylgja dystinum á facebookvangamyndini hjá Flogbóltssambandi Føroya, sum eisini er keldan til hesa greinina.
Eisini ber til at síggja dystin við at trýsta her.