"Ja eg veit ikki um manne vil abbabørnini hjá honum skulla vaksa upp vid SHARIA-lóg. Og fólk blíva hálshøgd á vaglinum hvønn dag."
Soleiðis ljóðar ein av viðmerkingunum til eina av mongu greinunum, sum hava tikið upp flóttafólkaspurningin á in.fo síðani nýggjársrøðuna hjá løgmanni. Rógvi Olavson, master í mentanarsosiologi við yvirbygningi í politiskum samskifti, sigur tað vera vælkent aðrastaðni frá, at kjakið oftani verður merkt av ógrundaðum páhaldum, um kjakararnir leggja seg út í eitt kjak har teir ikki grynna.
- Tað er natúrligt fyri okkum menniskju at fylla holini í okkara vitan við ymiskum uppfatanum og fordómum. So eg eri ikki bilsin av, at støðið á føroyska kjakinum viðvíkjandi útlendingum og flóttum er merkt av hvøssum viðmerkingum, sigur Rógvi.
Undir greinatilfarinum á in.fo hava viðmerkjarar serliga lagt eftir muslimum, og summi óttast enntá, at flóttafólk taka Sharia lóggávuna við sær til Føroya. Rógvi vil vera við, at brotsverk í navninum á átrúnaði, ikki er átrúnaður. Heldur er talan um eina sannføring, og tískil rópar hann tað heldur 'ideologiir' enn átrúnað.
- At kjakið í Føroyum hevur tikið á seg ein hvassan tóna mótvegis einari ávísari ideologi, merkir ikki, at vit skulu ignorera kjakið. Tað eru ávísar ideologiir, sum hava vandamikil hugskot, ið hava vandamiklar fylgjarar. Men tá ið tað er sagt, so er tað framvegis skelkandi, at nógvar av viðmerkingunum eru so ógvusligar og generaliserandi, sum tær eru í føroyska kjakinum. Islamisma er jú ikki tann einasta vandamikla ideologiin í heiminum, men hon hevur víst seg at hava eitt ótrúligt tekki fyri fjølmiðlarnar, sigur mentanarsosiologurin.
Hóast ógvuliga fáir muslimar eru í Føroyum, so taka flestu føroysku viðmerkingarnar støði í einum ótta mótvegis muslimum, sum kemur úr víðgongdari Islamismu. Sambært Rógva er hugsandi, at nevniliga lága talið av útlendingum – serliga av muslimum – kann vera høvuðsorsøkin til, at hesi gerast eitt mál fyri atfinningarsomum viðmerkingum.
- Hyggja vit at Føroyum, so eru nevniliga ógvuliga fáir útlendingar í Føroyum, og Føroyar eru eitt ógvuliga homogent samfelag. Vit eru sostatt eitt klassiskt dømi upp á fremmandaræðslu – fremmandaræðslan er nevniliga ofta størst har tey fægstu fremmandu eru, sigur Rógvi Olavson.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Rógva