Føroyar lata pengar til Filipsoyggjarnar

Almennu Føroyar lata 200.000 krónur til neyðhjálp, eftir at ódnarveður hevur herjað á Filipsoyggjunum

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at lata 200.000 krónur til neyðhjálp á Filipsoyggjunum, eftir at ógvusliga ódn hevur herjað í landinum.


Fríggjadagin og leygardagin í farnu viku herjaði ein ógvuslig ódn, ið nevnist Haiyan, Filipsoyggjarnar.Hetta er ein av harðastu ódnum, ið nakrantíð hava rakt Filipsoyggjarnar.

Mett verður, at fleiri enn 10.000 fólk eru deyð, at fleiri 100.000 húsast á rýmingarmiðstøðum ella bráðfeingis hjá familjum og kenningum, og at minst 4,5 milliónir fólk eru rakt av ódnini.


Neyðhjálpin, sum almennu Føroyar nú veita, verður latin umvegis Reyða Kross Føroya. Endamálið við stuðulsupphæddini er at veita bráðfeingishjálp til tey mongu, ið eru komin í neyð av ódnini.