Eftir tvey samráðingarumfør í november og desember, hava Føroyar og Russland nú skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár.
Avtalan er á nøkulunda sama stigi sum undanfarin ár, tó eru einstakar broytingar, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri løtu síðani.
- Bulurin í avtaluni er framvegis botnfiskur í russiskum sjógvi og svartkjaftur í føroyskum sjógvi, men atlit er eisini tikið til broyttar umstøður í fiskiskapinum og fiskasløgunum.
Næsta ár kunnu føroysk fiska 20.500 tons av toski, 1.800 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi.
Aftur ímóti avtaluna fyri í ár, er talan um eina lítla øking í botnfiskakvotuni.
Toskakvotan er hækkað 500 tons, men hýsukvotan er lækkað 200 tons.
Føroyska rækjukvotan í russiskum sjógvi er økt 1.000 tons.
Næsta ár kunnu Russisk skip fiska 75.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi.
Harumframt kunnu russisk skip royndarfiska á djúpum sjógvi.
Afturímóti avtaluni í ár, er talan um eina øking av makrelkvotuni á 1.000 tons, men svartkjaftakvotan og royndarkvotan á djúpum sjógvi, eru óbroyttar.
Russisk skip fáa eisini atgongd at fiska upp til 25 prosent av tí kvotu, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi, í føroyskum sjógvi í 2014.
Seinastu árini eru nøgdirnar av sild í føroyskum sjógvi nógv øktar og eisini standa makrelur og sild saman part av árinum.
- Hetta hevur havt týdning fyri fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi. Atlit er tikið til hetta í avtaluni fyri 2014, soleiðis at russisk skip fáa størri møguleika fyri at hava sild sum hjáveiðu í makrelfiskiskapinum í 2014. Hjáveiðan av sild kann í mesta lagi kann vera 10.000 tons, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum annars heldur, at avtalan er skilagóð, sum hann sigur.
|