Føroyar skulu ikki vera miðstøð fyri russisk skip

Russisk skip, sum fiska aðrastaðni enn í føroyskum sjóøki, sleppa ikki í føroyskar havnir

 

Tað verða bara russisk skip, sum fiska í føroyskum sjógvi, sum sleppa í føroyskar havnir. Hesum boðar landsstýrið frá á tíðindafundi á Viðareiði í morgun.

Og tað vera bara hesi skip, sum sleppa at keypa tænastur í Føroyum.

Løgmaður upplýsti, at mett verður, at russisk skip keypa fyri 400 milliónir krónur í ár. Tey keypa olju fyri 300 milliónir og aðrar tænastur fyri 100 milliónir krónur.

Løgmaður upplýsti, at virksemið hjá russarum við umskiping í føroyskum havnum er nógv vaksið, síðani onnur lond hava sett í gildi havnarstongsul. Hetta virksemið skal steðga, og bara russisk skip, sum fiska sambært fiskiveiðuavtaluni, sleppa í føroyskar havnir og at keypa tænastur í Føroyum.

 

##med2##

Umframt samgonguflokkarnar Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, so tekur Miðflokkurin eisini undir við herdu tiltøkunum. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við tiltøkunum.

Fortreytin fyri at seta hesi tiltøk í verk er, at løgtingið broytir lógina, sum Løgtingið samtykti í fjør, at allar broytingar í fiskiveiðuavtaluni skulu leggjast fyri Løgtingið. Tann viðgerðin byrjar í Løgtinginum klokkan 13. 

##med3##

 

Løgmaður upplýsti eisini, at landsstýrið metir ikki, at Russland fer at siga upp fiskiveiðuavtaluna av hesi orsøk.

Landsstýrið fer heldur ikki at uppsiga avtaluna fyri í ár, men hevur enn ikki tikið støðu til, um nýggj avtala verður gjørd fyri 2024. Tann avgerðin verður tikin í heyst, segði løgmaður.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##