Føroyar skulu luttaka í EM endaspæli

Hóast Hvítarussland var frammanfyri tað mesta av tíðini, so hildu føroyingarnir høvdið kalt og vunnu 31-30

Kanska er talan ikki um eina sensatión, tí føroyskur hondbóltur hevur av álvara víst seg fram seinastu árini.

 

Men tað er heilt fantastiskt, og tað tænir spælarum, venjarum og Hondbóltssambandinum til stórt rós, at tað í kvøld eydnaðist at vinna finaluna í B EM ímóti Hvítarusslandi 31-30.

 

Tað ber við sær, at Føroyar nú skulu luttaka í A EM endapæli fyri U-20 landslið.

 

-Hóast teir eru ógvuliga troyttir eftir langa kapping, har teir hava spælt ímóti stórum liðum, og hóast teir mesta partin av tíðini vóru aftanfyri við einum og tveimum og trimum málum, so megnaðu teir at halda høvdið kalt og at enda at vinna. Vit hava ikki orð fyri, hvussu stórt hetta er. Hetta er tað størsta, sum føroyskur hondbóltur hevur avrikað. Spælararnir eru framúr væl fyri. Tað sóu vit nú til enda, at teir megnaðu tað eyka, sum skuldi til fyri at vinna. Mótstøðumenninir úr Hvítarusslandi vóru heilt pøstir, og so eydnaðist tað okkara, sum høvdu framúr sinniligt yvirskot, at vinna seg framum við tveimum málum og síðsta minuttin at halda tørn, sigur Gunnar Djurhuus, sum er heimildarmaður hjá FM1 í samrøðu við Hera Simonsen úr Hvítarusslandi.