Føroyar taka risa stig ímóti altjóða toppinum

Føroyska liðavrikið var framúr, tá ið Lettland fullkomuliga smokkaði saman, og Føroyar sannførandi vunnu rættin at halda fram í HM kvalifikatiónini

Í kvøld er gott lag í føroyska hondbóltsheiminum, og Føroyar hava alla orsøk at fegnast um og fagna hondbóltslandsliðnum.

 

Við framúr avriki og knúsandi sigri ímóti Lettlandi hava føroysku hondbóltsmenninir í kvøld vunnið HM undankappingina, sum hetta vikuskiftið hevur verið í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Fríggjakvøldið var tað ikki gott, tá ið Luksemborg, sum varð roknað at vera veikasta mótstøðuliðið, setti Føroyar uppá pláss. Í gjárkvøldið var tað flott og gott, tá ið tað eydnaðist at vinna við einum máli ímóti Italia, og í kvøld varð av álvara trumfur settur á.

 

Hálvleiksstøðan var 17-10, og Føroyar vunnu 26-19. Lettland, sum skuldi vinna við nógvum málum, um tað skuldi eydnast at vinna seg víðari í undankappingini, royndi at vísa góðan hugburð, og tá ið eitt stórt korter var farið, var støðan 9-8.

 

So løgdu føroyingarnir sjógv millum seg og mótstøðuliðið. Fimm minuttir undan hálvleiki vóru fimm mál á muni, og so vaks sjálvsálitið og áræðið støðugt millum heimamenninar, og letlendingarnir hingu alt meiri við høvdinum.

 

Leiðslan var sjey mál eftir fyrra umfar. Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin skoraði Lettland tvær ferðir, men um kenslan av, at tað kanska fór at kiksa, spøkti, so var hon skjótt burtur. Tá ið eitt korter var eftir, var munurin seks mál, og so var tað av álvara føroyskt stórspæl. Pauli Mittún, Jónas G. Djurhuus, Tróndur Mikkelsen, sum við fimm málum aftur í kvøld var toppskjútti, og Kjartan Johansen spældu við øgiligari ferð og stórum hugflogi, og mótstøðuverjan var aftur og aftur um ein háls.

 

Í verjupartinum var miðverjan sum bergið. Peter Krogh, Theis Horn Rasmussen og Helgi H. Hoydal røktu hesi bæði plássini, og hinir stóðu einki aftanfyri í verjupartinum, og í málinum bjargaði Pauli Jacobsen átta ferðir ella knappliga 31 prosent.

 

Leygarkvøldið var høllin á gosi fram til síðsta bríksl, tá ið tað eydnaðist at vinna við einum máli ímóti Italia. Í kvøld var tað sjálvandi kæti og fagnaður um, at Føroyar hava spælt seg víðari í HM kvalifikatiónini, men tað er synd at siga, at talan var um spenning.

 

Tá ið tað restaðu átta minuttir, var føroyska leiðslan 25-18, og so reistust áskoðararnir og klappaðu fyri heimamonnunum. Tíggju føroyingar skoraðu mál í kvøld, og síðstu løtuna fingu teir høvi at royna seg á vøllinum, sum ikki høvdu spælt hinar báðar ferðirnar. Tað boðar frá stórari breidd og kapping um plássini, og so eigur at verða tikið við, at størsta stjørnan av øllum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sat skaddur millum áskoðararnar og frøddist um, at liðfelagarnir við stórum avrikum ímóti Italia og Lettlandi syrgdu fyri, at hann fær møguleikan at vera við í næsta HM undankappingarumfarinum, sum verður dagarnar 13. til 20. mars. Lutakastið verður fyrsta dagin, og tá fæst at vita, hvørjari hondbóltstjóð Føroyar skulu spæla ímóti á heimavølli og útivølli.

 

Flott, flott og Føroyar og føroyingar ynskja blíðan byr víðari í HM undankappingini.

 

https://in.fo/myndasavn 

 

Føroyar – Lettland 26 – 19 (17 – 10)

 

HM undankappingardystur

 

Sunnudagin 16. januar 2022 kl. 18.00 í Høllini á Hálsi í Havn

 

Dómarar úr Slovakia: Andrej Budzak og Michal Zahradnik

 

Føroyar: Pauli Jacobsen, Nicholas Satchwell, Helgi H. Hoydal 2, Hákun West av Teigum 1, Teis Horn Rasmussen, Leivur Mortensen 2, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen 4, Jónas G. Djurhuus 3, Pætur Mikkjalsson 1, Filip Jojic 3, Vilhelm Poulsen 3, Tróndur Mikkelsen 5, Peter Krogh 1, Niclas Selvig, Pauli Mittún 1