Føroyar-Turkaland á FM1 frá klokkan 17

Sent verður beinleiðis frá klokkan 18. Dysturin byrjar klokkan 19.45

Í samband við Nations League dystin millum Føroyar og Turkaland á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45 sendir FM1 frá klokkan 17 í dag.

 

Skráin er hendan: 

 

Klokkan 17: Fótbóltspanelið (e) - gestir: Jóhan Ásmundsson og Jóhan Hentze frá Skansanum, og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari.

 

Klokkan 18: Reportarin, Petur Asbjørn Lervig hevur samrøður frá Tórsvølli og frá OY, har Skansin heldur til undan dystinum. 

 

Klokkan 19.45: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Viðmerkjari verður Jens Martin Knudsen. Aftaná dystin vera samrøður við venjara og leikarar.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.dystir.fo