Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Degi og viku í kvøld.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Muté B. Egede, hevur í dag boðað frá, at Grønland fyribils ikki fer at luttaka í Norðurlandaránum á stjórnarstigi. Hetta ger Grønland, tí at Svøríki noktar Føroyum, Grønlandi og Álandi at koma við á fund millum stjórnarleiðarar í næstum.
Føroyar hava roynt í mong harrans ár at gerast fullgildur limur í Norðurlandaráðnum, men enn er tað ikki eydnast. Arbeitt hevur verið við hesum síðani sekstiárini – og nú í heyst skal Norðurlandaráðið taka støðu til eina ítøkiliga umsókn frá Føroyum um sjálvstøðugan limaskap í ráðnum.
Verður hendan umsóknin havnað, so fara vit eisini at umhugsa støðu okkara í ráðnum, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Deg og viku í kvøld.
Tað er fyrst og fremst Svøríki, sum liggur í buktini.