Føroyar undirkavaðar

Allar leiðir hjá Bygdaleiðum eru avlýstar í morgum, eins og øll strandfarasiglingin og øll flogferðsla er avlýst

Nú kavin endiliga kom - mom hann við manér.


Kavin hevur nú ligið í góða viku, og fríggjadagin fór rættuliga at kava, og hann helmaði ikki í fyrr enn út á leygarmorgunin.


So nógvur kavi er niðurkomin, at tað als ikki er koyrandi - hvørki millum bygdir ella innanbýggja. Politiið í Havn heitti á fólk í morgun um ikki at fara út við bili, tí so illa er koyrandi í býnum. Nógvir bilar standa eisini fastir í kavanum, og tí er trupult at rudda kavan av vegnum.


Klaksvíkar Býráð heitt somuleiðis á fólk um ikki at fara út við bili, samstundis, sum heitt varð á fólk um at hjálpa til at rudda kavan.


Strandferðslan avlýsta týðliga í morgum allar rutur, bæði hjá bussum og skipum. Bussleiðis í Havn koyrdi heldur ikki í morgum og øll flogferðsla í dag er avlýst.


Tað hevur verið sera kalt - niður í -6°C, men nú (leygarmorgun) liggur hitalagið um frostmarkið.