15. januar til 1. februar í 2026 verður EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum avgreitt í Svøríki, Noreg og Danmark.
Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum hevur tað sum mál at røkka øðrum EM-endaspælinum á rað.
Lutakastið til EM-undankappingina verður 21. mars, og hesaferð eru Føroyar í næstovasta styrkisbólkinum.
Styrkisbólkarnir eru hesir:
Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal og Niðurlond.
Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Póland, Kekkia, Norðurmakedonia, FØROYAR og Grikkaland.
Pottur 3: Bosnia og Hersogovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina og Italia.
Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo og Lettland.
Danmark, Noreg, Svøríki eru vertir, og Frakland er sum verandi EM-vinnari føddur luttakari í EM-endaspælinum í 2026.
##med2##
Ein dreymabólkur hjá Føroyum kundi t.d. verið Niðurlond, FØROYAR, Belgia og Estland.
Ein marrubólkur hjá Føroyum kundi t.d. verið Ungarn, Rumenia, FØROYAR og Georgia.
Føroyar skulu millum oktober í ár og apríl komandi ár spæla seks EM-undankappingardystir. Enda vit millum tvey tey ovastu liðini, ella millum fýra teir bestu trýararnar vinna vit okkum í enn eitt EM-endaspæl.