Føroyar vunnu fyri 25. ferð

Fyri aðru ferð vunnu Føroyar í gjár kvinnulandsdyst ímóti Andorra

Mynd: FSF/Olena Goffe

Føroyar vunnu í góðveðrinum í gjár kvinnulandsdyst ímóti Andorra. Talan var um tann fyrra av tveimum vinardystum. Í gjár varð spælt í Klaksvík, og týsdagin verður dystur á Tórsvølli.

 

Úrslitið í gjár var 3-1 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki. Hetta var aðru ferð, at Føroyar vunnu fótbóltslandsdyst fyri kvinnur ímóti Andorra. Fyrra ferðin var í Hamrun á Malta 6. apríl í 2015. Tað var í EM undankappingardysti, sum Føroyar vunnu 8-0. Ta ferðina skoraði Rannvá B. Andreasen 4 mál, Heidi Sevdal skoraði 2 mál, og Fríðrún Olsen og Lív Poulsen skoraðu hvør sítt mál.

 

Føroyar spældu í gjár landsdyst nummar 84, síðani tann fyrsti var 24. september 1995, tá ið Írland vann 2-0 í EM undankappingardysti, sum varð spældur á Toftum. Sigurin í gjár var nummar 25 hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

Tveir spælarar hjá Víkingi løgdu í fyrra hálvleiki Føroyar á odda 2-0. Tað fyrra málið skoraði Mona Rasmusdóttir í 19. minutti, og tveir minuttir undan steðginum økti Jensa Tórolvsdóttir um munin til 2-0. Hetta var fyrsta ferðin, at Mona Rasmusardóttir var málskjútti á landsliðnum, og hetta var onnur ferðin, at Jensa Tórolvsdóttir skoraði á landsliðnum.

 

Dygst undan steðginum minkaði Andorra um munin við stútara og eftir langa framlegging við frísparki.

 

Føroyar vóru alla tíðina leikliga omaná, og átta minuttir undan leikloki staðfesti Heidi Sevdal 3-1 sigurin. Heidi Sevdal eigur metið í landdystum. Í gjár umboðaði hon Føroyar fyri 67. ferð, og málið í gjár var nummar 22.

 

– Tað kendist gott á vøllinum í dag. Vit vóru leikliga omaná, megnaðu at skapa nógvar góðar møguleikar og tað er altíð stuttligt at skora mál. Nú ræður tað so eisini um at arbeiða víðari og byggja uppá til týskvøldið, tá vit aftur skulu spæla ímóti teimum, segði Rakul Maria Johannesen eftir dystin við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyar og Andorra spæla ein vinardyst afturat týskvøldið, og tá verður Tórsvøllur karmur um dystin. Skipað verður fyri minikapping og fjepparatiltaki undan dystinum – tilmelding og atgongumerkjasøla er at finna í nethandlinum hjá FSF.

 

Fleiri myndir frá dystinum síggjast her https://www.fsf.fo/greidur-sigur-i-godvedrinum/

 

 

 

Føroyar – Andorra 3-1 (2-1)

 

Vinardystur

 

Í Klaksvík leygardagin 25. juni 2022 kl. 15.00

 

1-0: Mona Rasmusardóttir 19.

 

2-0: Jensa Tórolvsdóttir 43.

 

2-1: Sonia Carranca 45.

 

3-1: Heidi Sevdal 82.

 

Dómarakvartett: Kári J. á Høvdanum, Dan Højgaard, Jan Hermansen og Rani Skaalum (4. dómari)

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Rúna Jacobsen, HB (Tóra Mohr, KÍ, 83.), Birita Ryan liðformaður, KÍ, Rakul Johannesen, Oppsal IF, Tórunn Joensen, KÍ, Sanna Svarvadal, KÍ (Ansy H. Jakobsen, NSÍ, 61.), Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur, Mona Rasmusdóttir, Víkingur, Sarita Mittfoss, HB, Heidi Sevdal, NSÍ (Hervør Olsen, KÍ, 88.), Julia Naomi Mortensen, AaB (Sissal Haraldsen, 07 Vestur, 88.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eyðbjørg Reynslág, B36, Valborg Østerø, B36, Kára Djurhuus, EB/Streymur

 

Gult kort: Sanna Svarvadal, Rúna Jacobsen

 

Venjari: Lene Terp

 

Mynd: FSF/Olena Goffe