Føroyar vunnu greiðan sigur á Slovakia

Føroyska kvinnulandsliðið stóð fyri einum framúr góðum úrsliti

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur júst spælt seinna venjingardystin móti Slovakia.

 

Føroyar vunnu ein greiðan 30-23 sigur á slovakisku vertunum. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-10.

 

Talan er um eitt framúr gott úrslit á útivølli móti einum liði, ið eisini skal kappast í EM-endaspælinum seinast í november og fyrst í desember.

 

Slovakia-Føroyar 23-30 (10-15) - venjingardystur.

 

Føroyar: Jana Mittún 5, Rannvá Olsen 4, Pernille Brandenborg 4, Bjarta O. Johansen 3, Elsa Egholm 3, Lukka Arge 2, Maria P. Nólsoy 2, Bjørk F. Joensen 2, Brynja Høj 1, Anna Elisabeth H. Weyhe 1, Turið A. Samuelsen 1, Karin Egholm 1, Lív S. Poulsen 1. 

 

Ígjár taptu Føroyar tepurt 23-24 (12-10) fyri Slovakia, ið var favorittur undan báðum dystunum.