Føroyingaliðið í Stavanger flytur niður

Føroysku landsliðsspælararnir skutu 12 mál, men teir máttu saman við liðfeløgunum dvína fyri Nøtterøy

Føroyingaliðið í Stavanger í Rogalandi, Viking má tungu leiðina niður í næstbestu norsku hondbóltsdeildina.

 

Tað er veruleiki aftaná 28-31 ósigurin fyri Nøtterøy á heimavølli í Stavanger. Nøtterøy vinnur samlaða upp- og niðurflytingaruppgerðina 2-1.

 

Viking vann fyrsta dystin, men Nøtterøy kom sterkt aftur og hava vunnið tveir teir seinnu dystirnar, og harvið samlaðu uppgerðina.

 

Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál fyri Viking í kvøld, og var kosin at vera besti spælarin hjá Viking. Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal skutu trý mál hvør.

 

Í steðginum var Nøtterøy á odda 15-14.

 

Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum í kvøld var Viking á odda 28-27, men so fór tað í svart hjá rogalendingunum. Tað gjørdi tað ikki hjá Nøtterøy sum megnaði at skora fýra mál seinastu løtuna uttan, at Viking megnaði at svara aftur. 

 

Sambært Rogalands Avis brendi Kjartan Johansen tveir stórar málmøguleikar móti dystarenda, og tað gjørdist dýrt.