Aftaná at hava verið ósigraðir í 12 dystum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini við 11 sigrum og einum javnleiki var føroyingaliðið, Viking Stavanger aftur fyri einum tapi. Talan er um fyrsta tapið síðani 31. oktober í fjør.
Viking Stavanger tapti odda- og grannauppgerðina í Rogalandi móti Sandnes á útivølli við bert einum máli 27-28. Viking var á odda 16-14 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk ikki eins væl við málskjótingini. Tá fimm og ein hálvur minuttur var eftir at leika var Viking á odda 27-26, tveir minuttir seinni var Sandnes á odda 28-27, og seinastu hálvafjórða minuttin komu ikki fleiri mál.
Føroyingarnir hjá Viking skutu 13 av 27 málum í kvøld. Jónas G. Gunnarsson skoraði seks mál, Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál og Helgi H. Hoydal skoraði tvey mál.
Viking endar á øðrum plássinum í grundspælinum í næstbestu deildini, og teir skulu spæla uppflytingardystir móti TIF Viking og komandi liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, Follo sum enda á triðja og á fjórða plássinum í grundspælinum.
Leygardagin skal Viking spæla seinasta dystin í grundspælinum á heimavølli. Hann verður móti júst Follo, og verður ein aðalroynd til uppflytingardystirnar.