Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti spældu í dag fyrru dystirnar í øðrum umfarinum í European Cup.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV eru í Luksemborg í hesum døgum, og í dag vunnu teir 34-30 á Differdange. Í steðginum var ÍBV á odda 15-12.
Í morgin klokkan 15.30 spæla liðini seinna dystin í Differdange. Dánjal skoraði eitt mál fyri ÍBV.
Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali eru í Estlandi. Í dag vunnu teir 32-29 á Pölvi Serviti. Í steðginum var Valur á odda 17-12.
Í morgin klokkan 16 spæla liðini seinna dystin. Allan skoraði tvey mál fyri Val.