Føroyingaliðini í Íslandi vunnu seg víðari í European Cup

Allan Norðberg og Dánjal Ragnarsson hava verið við liðum sínum, Vali og ÍBV í Estlandi og Luksemborg, har íslendsku liðini vunnu báðar dystirnar í øðrum umfarinum í European Cup

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Valur og ÍBV hava vunnið seg víðari til triðja umfar í European Cup. 

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu í dag stórsigur 39-28 á estiska liðnum, Pölva Serviti. Í steðginum var Valur á odda 19-14 í steðginum.

 

Ígjár vann Valur 32-29 (17-12) á Pölva Serviti. Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 71-57 sigur til Val. Báðir dystirnir vóru spældir Í Estlandi. 

 

Allan skoraði trý mál í dagsins dysti, og hann skoraði tvey mál í dystinum ígjár.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í dag tepran 35-34 sigur á Red Boys Differdange úr Luksemborg. Í steðginum var ÍBV á odda 21-14.

 

ÍBV vann ígjár 34-30 (15-12) á Differdange. Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 69-64 sigur til ÍBV.

 

Dánjal skoraði eitt mál í dystinum ígjár. 

 

Klokkan 18 spælir VÍF seinna dystin móti Esch niðri í Luksemborg. VÍF vann fyrra dystin 31-30 (17-15) ígjár.

 

Spennandi verður um vestmenningar kunnu eins og liðini hjá Allani og Dánjali og vinna seg í triðja umfarið í European Cup.