Føroyingaliðini í næstbestu norsku deilduni vóru fyri teprum tapum

Liðini hjá Teis Horn Rasmussen, Julian J. Kragesteen og Tróndi Mikkelsen taptu á heimavølli í kvøld

Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál uppá átta málroyndir, og Julian J. Kragesteen skoraði eitt mál, tá teir og liðfelagarnir í Ryger Stavanger vóru fyri fyrsta tapinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Ryger Stavanger tapti á heimavølli 27-29 fyri Melhus. Melhus var á odda 18-14 í steðginum. 

 

Tá hálvurfjórði minuttir var eftir av dystinum var Melhus á odda 28-24. Tað eydnaðist Ryger Stavanger at minka um munin til 27-28 uppá tveir minuttir, men tá 50 sekund vóru eftir negldi Melhus fyri við at skora til 29-27.

 

Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál uppá fýra málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Follo vóru fyri einum 27-28 tapi í heimadysti móti Bergen. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Tá 14 minuttir vóru eftir av dystinum var Bergen á odda 23-18. Níggju minuttir seinni var Bergen á odda við bert einum máli, 24-23, men tað eydnaðist ongantíð Follo at javna.

 

Komandi sunnudag spælir Follo á útivølli móti Sandefjord. Sama dag hevur Ryger Stavanger útidyst móti Nordstrand.

 

Follo og Ryger Stavanger hava fýra stig hvør aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini. Fremst eru Sandefjord, Bergen og Viking TIF við seks stigum.