Føroyingar arbeiða longri enn nakar annar

Ikki minst eru tað føroysku kvinnurnar, sum gera mun

Tað er eingin, sum arbeiðir so leingi, sum føroyingar gera. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Tað merkir, at tey ungu í Føroyum byrja fyrr at arbeiða enn tey ungu í øðrum londum, og vit eru eldri, tá ið vit fara frá við eftirløn enn nakra aðrastaðni. Í Føroyum eru tað heili 83 prosent av teimum 15 – 74 ára gomlu, sum arbeiða og tað er serstakliga nógv afturímóti hinum londunum í Evropa.

 

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at longu í aldursbólkinum 15-19 ár, eru tað nógv fleiri ung í Føroyum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum enn í øðrum londum. Í Føroyum eru nevniliga 70 prosent av teimum 15-19 ára gomlu á arbeiðsmarknaðinum. Í Íslandi eru 60 prosent av teimum ungu í hesum aldrinum á arbeiðsmarknaðinum, í Danmark er talan um 50 prosent, og í ES sum heild eru í miðal bara 20 prosent av teimum 15-19 ára gomlu á arbeiðsmarkninum.

 

##med2##

 

Hagstovan sigur, at hjá teimum eldri er munurin næstan líka stórur. Í aldursbólkinum 65-69 ár, eru Føroyar í eini serstøðu við tað, at 65 prosent av teimum eru framvegis til arbeiðis. Tað sama er hjá teimum 70-7 ára gomlu, tí í Føroyum eru 30 prosent av teimum framvegis til arbeiðis, men í øðrum londum eru tað bara 5-15 prosent av teimum, sum eru til arbeiðis.

 

 

 

##med3##

 

 

 

Føroysku kvinnurnar í serstøðu

 

Hagstovan sigur eisini, at serliga føroysku kvinnurnar eru í eini serstøðu aftur ímóti kvinnunum í øðrum londum. Uppgerðin vísir, at í aldursbólkunum frá 25 ár til langt upp í fimmtiárini, er lítil munur á, hvussu nógvir menn í Føroyum eru til arbeiðis, og hvussu nógvir menn eru til arbeiðis í øðrum londum. Men tað er serliga hjá teimum ungu, og hjá teimum eldru, at munurin er serliga sjónskur, tí tá eru nógv fleiri menn í Føroyum til arbeiðis enn í øðrum londum.

 

Men kvinnurnar í Føroyum skilja seg heilt burturúr, tí har eru nógv fleiri kvinnur í Føroyum til arbeiðis í næstan øllum aldursbólkum enn tað eru nakra aðrastaðni. Tað er bara í aldrinum 25-29 ár, at íslendsku konufólkini eru lutfalsliga eitt sindur fleiri til arbeiðis, sigur Hagstovan.