Fyritøkan Kanske, sum framleiðir ur, fær nú eina milliónainnspræning frá nýggjum íleggjara.
Dann Thorleifsson sigur við Bureaubiz, at talan er um ein danskara búsitandi í Onglandi, sum fyri nøkrum árum síðani seldi fyritøku sína fyri hundraðtals milliónir. Nýggja fíggingin skal fyrst og fremst nýtast til betri marknaðarføring av urunum.
Tað eru Dann Thorleifsson og Arne Leivsgarð, ið standa aftan fyri Kanske urini og fyritøkuna Censure, sum hevur sniðgivið urini.
Fyrsta samlingin av urum er nærum útseld, meðan onnur samlingin er útseld. Í vár sleppa teir triðju samlingini og vónirnar eru góðar, siga teir báðir við bureabiz.dk.
7. desembur 2014 skrivaði in.fo soleiðis um urini Kanske.
Urmerkið ber heitið “Kanske”, sum vísir til tíð, og so er tað eisini eitt norðurlendskt orð.
- Tað hevur nakað við tíðina at gera, “kanska, kanska ikki”. Tankarnir handan heitið viðvíkja tíð og klokkuni. Og so er tað eitt norðurlendskt orð, sigur Arne Leivsgarð, sniðgevi.
Í Føroyum, Norra og Svøríki er “kanske” enn ein partur av málinum, og tað hevur verið tað í Danmark.
Norðurlendska heitið ger, at tað kann seljast í øllum Skandinavia, og hetta er eisini ætlanin.
- Vit mettu, at tað hevði verið ov lítið, um vit einans fokuseraðu á føroyska marknaðin, tí valdu vit eisini at koyra urini út í Skandinavia, sigur Dann Thorleifsson.