Føroyingar fáa tvey grindapláss afturat

Báðar tær nýggju hvalvágirnar eru í miðstaðarøkinum


Gongst sum ætlað fáa vit skjótt tvær hvalvágir afturat í Føroyum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum.

Báðar tær nýggju hvalvágirnar eru í miðstaðarøkinum.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at í hesum sambandi verður hugsað um at gera Kollafjørð og Skálabotn til grindapláss.

Tað hevur leingi verið tosað um at gera Skálabotn og Kollafjørð til grindapláss og landsstýrismaðurin sigur, at hann  nú er farin undir eina tilgongd at fáa allar upplýsingar til vega.

 

Í hesum sambandi verður hugsað um útlátið av spillvatnið, viðurskiftini á sjónum og á landi og onnur viðurskifti, sum skulu vera í lagi, áðrenn hesi bæði plássini kunnu verða góðkendar hvalvágir.

Og gongst sum ætlað, verður kunngerðin broytt í næstum, so at eisini hesi bæði plássini eru góðkendar hvalvágir.

 

Áður verið fleiri ferðir verið ført fram, at tað rennur so nógv spillvatn á sjógv á Skálafjørðinum, at hann er ikki egnaður sum hvalvág og at handfara mannaføði á.

Men ført hevur eisini verið fram, at nú eru hesi viðurskifti batnað so mikið, at tað er eingin forðing fyri at fáa Skálabotn góðkendan sum hvalvág og tað eru m.a. hesi viðurskifti, sum skulu kannast, sigur Jacob Vestergaard.