Føroyingar fóru frá óheft- ari dómarakanning til at lata Den Danske Bank kanna Den Danske Bank

Meðan Ógegnigir danir stríðast, og líka so ógegnigir føroyingar sita og hyggja at, situr Den Danske Bank og kannar Den Danske Bank. Javnaðarflokkurin heldur, at danir eiga bóltin, men einki er meira ólogiskt enn tað

Sum øll vita, so endaði tað føroyska kravið um eina óhefta dómarakanning við, at Den Danske Bank fór undir at kanna Den Danske Bank. Fyrrverandi og verandi danskir ráðharrar fingu teirra vilja, og hvurvu síðani út í aðrar almennar og privatar sessir.

Føroyingar vóru við føroyskari hjálp enn einaferð settir skák mát av dønum, og royna nú at skulka sær undan ábyrgd.

Vilhelm Johannesen hevur í seinastuni skrivað tvær frálíkar greinar um hetta og onnur brotsverk, ið danir hava gjørt mótvegis Føroyum og føroyingum. Hann gloymir tó at siga frá, at føroyingar hava verið við í spælinum.

Fyrru greinina endaði hann við uppskoti um, at draga danir inn fyri mannarættindadómstólin í Strassbourgh, og seinnu endaði hann við at siga frá, at í løtuni liggur bólturin í danska málinum.

Tá ið veruleikin er, at føroyingar einki álop og enn minni nakað mál hava gjørt móti dønum, eiga vit at ganga út frá, at tað er logikkurin hjá Vilhelmi Johannesen, ið svíkur.

Sjálvandi liggur bólturin í tí føroyska málinum, og tað hevur hann gjørt hvørja ferð, líka síðani heimastýrisflokkarnir gjørdu tað fyrsta sjálvmálið fyri skjótt 50 árum síðani og líka fram til dagin í dag.

Føroyska samfelagið liggur í andaleypi, ikki tí at danir hava syrgt fyri tí, ella at føroyingar hava gjørt tað, men fyrst og fremst tí, at samfelagið er bygt upp eftir einari óbrúkiligari skipan, ið kallast heimastýrislógin.

Útgangsstøðið er, at tað er ógjørligt at liva í Føroyum og tá er ikki so nógv at liva upp til. Ábyrgdina av, at henda stýrisskipan hevur virkað og leitt okkum út á ørmundarhús eiga danir saman við føroysku heimastýrisflokkunum.

Donsku krøvini til føroyskt vinnulív rópa til himmals í hjálparloysi, og fyri tíðina ongantíð verri enn tað sama. Flakavinnan verður fíggjað av Framtaksgrunninum, sum eigur Fiskavirking, sum ikki orkar at reka tey. Seinasta Storm P átakið er, at Framtaksgrunnurin sjálvur ætlar at reka virkið í Miðvági í kapping við Fiskavirking ? ella seg sjálvan.

Slóðin eftir politiskt stýrdum vinnulívi, bankakreppum, -bjargingum og -samanleggingum, so sum danir og føroyingar hava skipað fyri, er syndarlig á at líta. Harafturat er sera hugstoytt at hoyra føroyskar politikarar hvørja ferð ? eisini aftan á seinastu avdúkingina í SvF um ógegnið í bankakanningarnevndini ? sum tað fyrsta spyrja eftir, hvat danir nú fara at siga.

Uppalingin undir teirri ábyrgdarleysu heimastýrislógini hevur ikki sligið falskar mentur, og sjálvandi er Vilhelm Johannesen barn av síni tíð. Tað rennur honum og samsintum ikki til hugs sum tað fyrsta at spyrja eftir, hvat vanlukkan føroyingar sjálvir kunnu siga og gera, um so er, at teir ferð eftir ferð verða drignir upp á trá.

Harafturat bøtir tað so ótrúliga lítið upp á trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum, tá ið hann í sama andarhaldi sum formaðurin rópar um danska arrogansu og uppgerð við danir, og Vilhelm Johannesen um at draga teir inn fyri altjóða mannarættindadómstólin letur barnsliga ovfarakæti og skaðafrøðina hjá Hendrikki Old um stirðilin í føroyingum og einum hugsandi føroyskum tjóðveldi fara út í luftina.

Nær fáa vit at vita, hvar Føroya Javnaðarflokkur í veruleikanum stendur?

Hvat ógegni viðvíkur, so gjørdu føroyingar, t.e. Vilhelm Johannesen og teir, fleiri sjálvmál. Har lógin um bankakanningina um eygleiðarar púra greitt sigur: ?De personer, der deltager i undersøgelsens gennemførelse, skal være uvildige og uafhængige i forhold til de myndigheder og virksomheder m.v., hvis forhold undersøges?., valdu teir politiskar eygleiðarar valdar úr egnari miðju. Sjálvandi vóru og eru teir ógegnigir, og sjálvandi gjørdu føroyingar eitt sjálvmál har.

Fyri at eingin sum helst ivi skuldi vera um, at ógegnið skuldi gera av við kanningarúrslitið, so valdu teir harafturat tann einasta av 31 limum, ið teir heilt víst vistu, var ógegnigur, eisini hvat skyldskapi viðvíkti. Føroyska ógegnið bleiv dupulttryggjað av Vilhelmi Johannesen og teimum.

Tí løgfrøðiliga garantinum í rættartrygd hjá Sambandsflokkinum surraðu føroyingar teir eisini uppiyvir, sum fluga yvir køsti. Hesin steig sum ikki einaferð fram á forsíðuni í Dimmalætting 24. juni 1995, og segði.: ?Grønborg er rætti maðurin? og ?Eg kann ikki ímyndað mær, at vit høvdu funnið ein betri mann.?

Mætir danskir professarar í løgfrøði hildu nakað annað um henda Grønborg, ið bæði áðrenn og aftan á at bankakanningin varð sett í verk, hevur arbeitt við millum 10 og 20 málum fyri DDB.

Niðurstøðan er, at meðan Vilhelm Johannesen og aðrir føroyingar eftir tilmæli frá formanninum í Rættarnevndini sita við ógegnigum eygleiðarum og einum ógegnigum kanningarleiðara, sum teir halda vera so góðan, at teir ikki kunnu ímynda sær nakran betri, halda danskir lógkønir Grønborg vera ógegnigan.

Harafturat halda teir, at hann hevur ein ógegnigan í starvi hjá sær á skrivstovuni, sum hann harafturat hevur plantað sum skrivara í sjálva kanningarnevndina.

So ? sum støðan nú sær út ? meðan skjøl í hundraðtalið ferðast millum ta heftu kanningarnevndina og Den Danske Bank ? so kann niðurstøðan ikki verða onnur enn hon, at tað í veruleikanum er Den Danske Bank, sum situr og kannar Den Danske Bank. Tveir ógegnigir triðingar av føroysku eygleiðarunum sita við negativum virði sum ryssa yvir fyli og kunnu ikki nýtast til nakað sum helst.

Føroyingar, sum eiga bóltin, halda væl til standa.

Fyri at venda aftur til Vilhelm Johannesen, so er at siga, at danir hava gjørt málini, og føroyingar sjálvmálini. Bóltarnar allar, og teir eru ikki so fáir, finnur hann í tí føroyska málinum.

Tað er bert ein leið at ganga, og hon víkur ikki nógv frá teirri leið, ið Vilhelm Johannesen sjálvur so skilagott skjeyt upp. Gævið satt, at hann fekk hildið politiska veðurhananum hjá Javnaðarflokkinum tann eina vegin eina tíð, soleiðis at vit føroyingar onkuntíð kunnu fáa okkurt málið.

Hóast tað kann tykjast skemtiligt, so er tað grátiligt, at eitt samfelt føroyskt krav um eina óhefta dómarakanning skuldi endað so ússaliga takkað verið donskum og føroyskum lokabrøgdum. Hesi vóru enn einaferð fyriskipaði av føroysku politisku flokkunum, sum nú eisini kunnu rokna Hin Føroyska Fólkaflokkin upp í tað politiskt avbronglaða heimastýrisliðið.


Hergeir Nielsen