Føroyingar góð úrslit í badmintonkapping í Danmark

U17/19 landsliðið í badminton, sum í vikuskiftinum hevur luttikið í kapping í Ikast, hevur fleiri heiðursmerki heim við

U17/19 landsliðið í badminton, sum í vikuskiftinum hevur luttikið í kapping í Ikast, hevur fleiri heiðursmerki heim við. Badmintonspælararnir hava spælt nógvar góðar, tættar og spennandi dystir, skrivar Badminton Samband Føroya. Byrjað varð tíðliga leygarmorgunin og spælt varð allan dagin. A-rekkjan spældi allar sínar dystir leygardagin. Sunnudagin vóru so hálvfinalur og finalur á skránni í M-rekkjuni.

 

Tilsamans vunnu tey fýra gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.

 

Úrslitini:

 

A-rekkjan

 

Einmansleikur kvinnur

 

Silvur – Julianna í Heiðunum HBF

 

Bronsu – Birna K. Jacobsen HBF

 

Bronsu – Eyð L. Debess HBF

 

Tvímansleikur kvinnur

 

Gull – Birna K. Jacobsen/Eyð L. Debess HBF

 

Silvur – Elisa Christiansdóttir/Birita Weihe Thomassen HBF

 

M-rekkjan

 

Einmansleikur menn

 

Silvur – Christian Berg Petersen HBF

 

Einmansleikur kvinnur

 

Gull – Mia Thorkildshøj HBF

 

Silvur – Sanna Thorkildshøj HBF

 

Bronsu – Oddbjørg í Buð Justinussen KBF

 

Tvímansleikur kvinnur

 

Gull – Sanna Thorkildshøj/Mia Thorkildshøj HBF

 

Blandaður tvímansleikur

 

Gull – Mia Thorkildshøj/Asbjørn H. Olsen HBF

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##