Føroyingar hjálptu flóttafólki á opnum havi

- Vit vórðu liggjandi og góvu flóttunum lívd, nú hann øtlaði veðrið, og tað byrjaði at myrkja. Um kvøldið vóru allir 35 flóttarnir umborð á bjargingarbátinum, og vit kundu halda leiðina fram.

Føroyingurin, Jens Heri Bolstad Mortensen, sum er í uttanlandssigling, legði í kvøld út á sín Facebook-vanga eina áhugaverda søgu, sum vit loyva okkum at endurgeva við viðheftu myndum her á In.fo. Hann hevur eisini deilt søguna við skipsfelagan, Harald Dam og skrivar, at "... takksemi er eitt lítið orð, sum kann hava sera ymiskan týdning..."

 

- Eg kann vera takksamur fyri, at mamma bar meg í hendan heim. Eg kann vera takksamur fyri eitt smíl frá míni elskaðu, og eg kann vera takksamur fyri, at Liverpool skal spæla finalu á Wembley í Liga Cup.

 

Víðari sigur Jens Heri, at hann týskvøldið upplivdi takksemi á ein heilt annað hátt. 

 

- Tá hoyrdu eg og Harald, yvirstýrimaðurin og restin av manningini umborð lovsong og takkarkvøðu frá 35 flóttum, sum vórðu bjargaðir einar 200 fjórðingar norður úr Tenerifa. Tað rørdi hjartarøturnar at hoyra teir syngja, klappa og senda kossar móti dekkarunum, sum stóðu við lúnningina. Ikki tí, at vit skiltu eitt einasta orð. Flóttarnir vóru ivaleyst úr Marokko, men tað var eingin ivi um, at takksemi og gleðin um at vera bjargaðir var sera stór.

 

Hann sigur, at dreymurin hjá hesum flóttum nú livir víðari - og ikki sum hjá so mongum øðrum túsund, sum drukna og ikki bera boð í bý.

 

- Søgan er í stuttum henda. Tað var týsmorgun, at vit stevndu suður eftir. Eru á veg aftur til Brasilia eftir dokk í Portugál. Eg og Harald sótu og fingu okkum ein kaffimunn, tá stýrimaðurin ringdi frá brúnni og segði, at eg mátti koma upp beinanvegin. Onkur var í neyð.

 

Víðari greiðir Jens Heri frá:

 

- Vit runnu upp á brúnna og sóu ein lítlan bát við nógvum fólki umborð. Avgerð varð beinanvegin tikin um at taka ferðina av skipinum og sigla yvir til neyðstadda bátin. Vit sigldu spakuliga yvir til teirra og taldu einar 30 mans í bátinum. Teir veipaðu við ørmunum og vístu, at teir vóru bæði svangir og tystir, og so royndu teir eisini at vísa, at vit skuldu fáa fatur á løgregluni.

 

Hann sigur, at tað nokso skjótt gjørdist greitt, at teir vóru flóttar, og at teir í fyrsta umfari ikki vildu umborð til teirra, men at teir vildu hava, at myndugleikarnir komu eftir teimum.

Onkur teirra dugdi so frægt av enskum, at hann fekk greitt frá, at teir høvdu verið umborð á bátinum í 10 samdøgur. So teir vóru sjálvandi ikki í besta standi.

 

- Harald skipaði fyri, at vit fingu lora teimum vatn, proviant og teppir niður. Teir fingu eisini nakrar kassar av coca cola og cadbury. Tað var stuttligt at síggja, hvussu nógv teir nýttu at fáa eina cola og eitt petti av sjokulátu. Kokkurin gjørdi teimum nakrar lekrar tvíflísar, og tað var ikki sørt, at eg mátti flenna eitt lítið sindur, tá hann fortaldi mær, hvat var í tvíflísunum. Har var ostur, salat, piparfrukt og so skinka.

 

##med2##

 

Og Jens Heri Bolstad Mortensen greiðir víðari frá:

 

- Havandi í huga, at nærum 98 prosent av øllum marokanarum eru muslimar, so er grísur nokk ikki ovast á matarlepanum, men í hesum føri haldi eg, at Allah mann hava blundað eina løtu. Hetta gagnaðist teimum í øllum førum sera væl, og teir fingu eyka tvíflísir sendar niður. 

 

Jens Heri skrivar, at hann fekk fatur í MRCC Tenerifa, og teir sendu ein velduga fínan bjargingarbát avstað við brestin.

 

- Vit vórðu nú liggjandi og góvu flóttunum lívd, nú hann øtlaði veðrið, og tað fór at gerast myrkt. Týskvøldið um tjúgu tíðina vóru allir 35 flóttarnir umborð á bjargingarbátinum, og vit kundu halda leiðina fram. Vit øll umborð høvdu eina góða kenslu av at hava hjálpt okkara næstum, og vit fóru væl hýrd í koyggjuna hetta kvøldið, skrivar Jens Heri Bolstad Mortensen í hesi áhugaverdu frásøgn á sínum Facebook-vanga í kvøld.

 

##med3##

 

##med4##

 

- Dreymurin hjá hesum flóttum livir nú víðari, skrivar Jens Heri Bolstad Mortensen.

Her er ein mynd av Haraldi Dam, yvirstýrimanninum hjá Jens Hera.